KÍF hevur longu sett eina tjúkka striku undir, at teir ætla sær at verða í oddinum í føroyskum hondbólti í hesum kappingarárinum. Teir vunnu í kvøld 30-27 á VÍF í høllini í Kollafirði.
Støðan í hálvleikinum var javnleikur 15-15. Jakob Jónsson, venjari hjá KÍF, var ikki nøgdur við fyrra hálvleiki. VÍF var eisini í løtum á odda, men stutt fyri hálvleik javnaði KÍF.
Í seinna hálvleiki legði KÍF seg tíðliga á odda. Teir vóru frammanfyro upp í fýra mál, men VÍK noktaði at leggja kongin. Stutt fyri tíð var munurin bara tvey mál. Tá tók KÍF time-out og fekk skil upp á tingini.
- Eg sigi við teir, at tað nyttar einki at standa og bíða eftir klokkuni, tí vit eru á odda. Tað kunnu vit í nøkrum dysti í ár. Men eg eri nøgdur við seinna hálvleik, sigur venjarin hjá KÍF.
Fyri VÍF var talan um ein fínan fyrra hálvleik, har liðið spældi við yvirskoti. Teir sóu út sum eitt lið, ið kundi vinna dystin. Tað gjørdu teir hinvegin sjáldan í seinna hálvleiki. Tað gekk strilti við at raka málið, meðan Eli Muller upp til fleiri ferðir bjargaði vestmenningum.
Hans Eli Sigurbjørnsson, skjóti bakkurin hjá KÍF, gekk á odda við málskjótingini í dystinum. Hann skoraði átta mál. Fyri VÍF var Filip Jojic toppskjútti, men hann var ikki eins sjónligur, sum hann onkuntíð hevur verið.
Endaliga úrslitið bleiv 30-27 til KÍF, sum hevur vunnið báðar teir fyrstu dystirnar í ár, meðan VÍF hevur tapt báðar teir fyrstu dystirnar.
KÍF - VÍF: 30-27 (15-15)
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Rúni Joensen 7, Jákup Trygvason 4, Andrias Nielsen 3, Rasmus Junker 2, Nicklas Selvig 2, Rógvi Weyhe 2, Teitur Joensen 1, Ludvík Súnason 1
VÍF: Filip Jojic 7, Agnar Joensen 4, Joen Pauli Høgnesen 3, Andrias Eriksen 3, Sámal Jákup Djurhuus 3, Julian Olsen 2, Áki Egilsnes 2, Magnus Muller 2, Áki G. Olsen 1
(Beinleiðis frásøgnin)
60.min: (30-27) KÍF setti alt upp á pláss seinastu minuttirnar. Tað mundi komið spenningur í móti endanum, men mál til KÍF og útvísting til VÍF gjørdi endaliga munin.
57.min: (27-25) KÍF tekur time-out. VÍF hevur aftur fatur á rætta endanum og kemur niður á tvey mál. Hesin dysturin er ikki avgjørdur enn, hóast KÍF í fleiri førum hevur sæð úr sum ein vinnari í seinna hálvleiki.
54.min: (25-22) Júst sum VÍF kemur niður á tvey mál, so svarar KÍF aftur og kemur upp á fýra mál.
47.min: (23-19) KÍF hevur sína bestu løtu í dystinum. Teir tvinga vestmenningar at skjóta uppum, meðan Eli Muller eina løtu heldur VÍF í dystinum, men nú gongur ikki longur. VÍF tekur time-out.
43.min: (21-19) KÍF hevur munin, men brennir, tá møguleikin er at økja. Eli Muller stendur væl í løtuni.
40.min: Kollfirðingar aftur ónøgdir við dømingina. Andrias Nielsen fær aftur frákent mál, sum verður til fríkast. KÍF verið betri í seinna hálvleiki, men VÍF er alt annað enn vekk í dystinum.
Hálvleikur: Hálvleikur í Kollafirði og tað er javnleikur 15-15. Ragnar Simonsen og Daniel Rapa hava fingið sína sak fyri, tí tað er heitt í Kollafirði. Tað er javnt, men VÍF hevur fyri tað mesta verið á odda, men ongantíð hevur leiðslan verið tryg.
26.min: (13-13) Andrias Nielsen útvístur í tveir minuttir fyri at raka andlitið á Áka G. Olsen. Javnt og spennandi í løtuni.
21.min: (11-12) Tað gongur hart fyri seg í Kollafirði. Henrik Gerster, venjari hjá VÍK, hevur fingið tveir minuttir fyri vísa sína ónøgd, tá VÍF spælari verður liggjandi á vøllinum eftir verjustøðu.
17.min: (9-11) VÍF er omaná í løtuni. Hóast teir fáa eina útvísing, so eru teir á odda og tapa einki í undirtalsstøðuni. Jakob Jónsson, venjari hjá KÍF er ónøgdur við ikki at fáa brotsspark í samband við útvísingina hjá VÍF.
8. min: (6-5)Bóltarnir flúgva um oyrini á málmonnunum í løtu. At kalla hvørt álop endar við máli. Hans Eli Sigurbjørnsson hevur skotið trý mál fyri KÍF, meðan Agnar Joensen gongur á odda fyri VÍF við tveimum málum. VÍF hevur tikið time-out
Undan dystinum:
KÍF vann bæði landskappingina og steypakappingina í stórum stíli í fjør. Gamaní er nakað skift út, men kollfirðingar eru framvegis millum favorittarnir at vinna aftur.
KÍF bankaði Team Klaksvík av í fyrsta dystinum í ár. Úrslitið varð heili 34-13. Í kvøld er mótstøðan VÍF. Liðið úr Vestmanna er ein risi í føroyskum hondbólti, men felagið hevur ikki livað upp til heitið seinnu árini.
Aftur í ár gera teir eina roynd. Við Filip Jojic, ársins spælara í fjør, á odda, hevur felagið sett nøsina upp móti oddinum í føroyskum hondbólti. Hóast eina marru byrjan í dystinum móti Kyndli, so tapti liðið bara við einum málið.
Nú hava eir møguleikan at vísa, at teir meina tað av álvara í ár. Fáa teir stig í kvøld, so er tað ein ábending um, at VÍF er til reiðar at bjóða av í oddinum.