Kall og TeleF leggja saman

Alt bendir á, at fjarskiftisfyritøkurnar Kall og TeleF fara at leggja saman fyrsta dagin. Helst verður talan um at Kall yvirtekur TeleF. Umboð fyri føroysku eigararnar í Kalli og TeleF fóru í gjár til Íslands at samráðast um samanleggingina.

 

Umborð á Íslandsflogfarinum í gjár vóru umboð fyri eigararnar á teimum báðum størstu privatu fjarskiftisfyritøkunum í Føroyum, TeleF og Kall. Endamálið við ferðini er at samráðast um eina samanlegging av báðum fyritøkunum.

Orsøkin til at farið varð til Íslands er, at samráðast skal við íslendsku fjarskiftisfyritøkuna Íslandssími, ið eigur helvtina av partapeninginum í TeleF. Hina helvtina eigur TeleTænastan hjá Billy Hansen. Billy Hansen, sum eisini er stjóri á TeleF, var ein av teimum, sum fór til Íslands í gjár.

Í Kalli er Framtaksgrunnur Føroya størsti einstaki partaeigari við 38,41 prosentum av partapeninginum. Hinir høvuðspartaeigararnir eru Kaupthing og svenska fyritøkan Tallaton Holding. Umboð fyri hesar fóru eisini til Íslands í gjár.


Ikki pláss fyri trimum

Tá lógin um fjarskifti lat upp fyri fríari kapping á fjarskiftismarknaðinum, vórðu tvær fyritøkur stovnaðar, ið báðar ætlaðu sær at taka dystin um viðskiftafólkini upp við Føroya Tele. Fyritøkurnar, TeleF og Kall (sum tá brúkti navnið Alnót blaðm.), høvdu báðar ætlanir um at koma inn á marknaðin fyri fastnettelefoni, internet og fartelefoni innan eitt ár.

TeleF kom fyrst frá byrjan og fór at bjóða fastnettelefontænastur út fyrst í hesum árinum. Nú fyritøkan hevur verið á marknaðinum í gott hálvt ár hevur tað eydnast at fingið smáar túsund telefonfelagar.

Kall kom nakað seinni á marknaðin og byrjaði at bjóða tænastur út innan fastnettelefoni og internet.

Tað hevur leingi ligið í luftini, at ikki er pláss fyri tveimum televeitarum afturat Føroya Tele, og tí kemur samanleggingin ikki heilt óvæntað.

At tað helst verður Kall, sum yvirtekur TeleF og ikki øvugt, hevur eisini verið væntandi, tí Kall er tann peningasterkara fyritøkan av teimum báðum.


Innleiðandi fundur

Nevndarformaðurin í Kalli, Jens Kári Vilhelm, váttar fyri Sosialinum, at eigararnir handan Kall og TeleF fara at hittast í Íslandi at tosa um eina møguliga samanlegging.

? Vit fara yvir at hoyra hvat eigararnir av TeleF siga, og fyri at vita um har er áhugi fyri at leggja saman. Vit fara at samráðast um eina felags framtíð fyri feløgini bæði, sigur Jens Kári Vilhelm.

Sambært nevndarformanninum í Kalli er talan um innleiðandi samráðingar, og tí er ikki vist at nøkur føst avtala kemur burturúr fundinum millum eigararnar.

Spurdur um hvør yvirtekur hvønn, vísir Jens Kári Vilhelm bert til, at tað ikki er nøkur loyna, at Kall er nakað framman fyri TeleF í kappingini teirra millum.


Lítlan marknaðarpart

Bæði Kall og TeleF hava í løtuni so lítlan marknaðarpart, at samanleggingin fer ikki at hava so stórvegis týdning fyri styrkimunin millum Føroya Tele og ta eftirverandi privatu fyritøkuna í fyrstu atløgu.

Men ein samanlegging fer at merkja, at privata fyritøkan kann brúka alla sína orku til kappingina við Føroya Tele. Eisini merkir ein samanlegging, at tað verður lættari hjá privatu fyritøkuni at profilera seg á marknaðinum.

? Vit síggja tað um ein stóran fyrimun at tað bara er ein nýggj fyritøka á marknaðinum, sigur Jens Kári Vilhelm.

Billy Hansen, stjóri og nevndarlimur í TeleF, ynskti ikki at gera nakrar viðmerkingar um málið undan fundinum við eigararnar av Kalli.