Vón fyri tryggari og nútímans farleið um Nólsoyarfjørð?

Tað er at frøðast um, at Johan Dahl, landstýrismaður, ber boð, at farið verður undir at byggja nýggja ferju til Nólsoyar - og at peningur er tøkur.

Ein millión varð nýtt til projektering í fjør og sigast kann at talan er um óføra góða tekning, ið løgd varð fyri nólsoyingar á almennum fundi. Tá ið talan nú er um pakka við 100 milliónum, og ferjan bert kostar góða helvt, eru lunnar lagdir fyri at fara í gongd 1. januar 2010 - um leitað veðrur eftir tilboðum nú, heldur enn at bíða.?Sjálvsagt hava fólk hug at stúra fyri tíðini Ternan verður sett í sigling - serliga tá talan er um vetrartíðina - men tá ið Johan Dahl, landsstýrismaður, í øðrum skrivi leggur fram at, talan er um fyribilsloysn, samstundis sum nýggj ferja verður bygd, so kunnu nólsoyingar og tey ferðandi til Nólsoyar nokk klára seg við hesum í ein vetur.?Í tíðarskeiðinum, arbeiðsbólkurin hevur fingist við hetta álvarsmál, hevur talan verið um, at 18 mánaðir eru nóg mikið til projektering, útbjóðan og bygging. Tískil er tað við gleði, at vit lesa bløðini og vita, at tá ið nú projekteringin er fingið frá hondini, er talan bert um at bjóða út og byggja skipið - her hava vit frætt, at talan er um einar 8-10 mánaðir. Við hesum í huga er fyribilsloysnin av sonnum fyribilsloysn og ikki yvir fleiri ár, ið fryktandi var.?Tí er tað við vón um nýggja ferju, at arbeiðsbólkurin takkar Jóhan Dahl, landsstýrismanni, fyri útsagnirnar í vikuni og sjálvsagt við vón um, at øll tingfólkini taka undir við, at farið verður undir at byggja nýggja ferju til farleiðina um Nólsoyarfjørð. Vísa landsins kosnu menn og kvinnur, at gerðir eru aftan fyri jaligu útsagnirnar, so er møguleiki fyri at nýbygd ferja røkir farleiðina um Nólsoyarfjørð til ovastevnu komandi ár - tað hevði verið gleðiligt.?Vit í arbeiðsbólkinum gleðast sjálvsagt mest um nýggju ferjuna til Nólsoyar. Tá ið hetta samstundis hevur við sær bata norðanfyri, og kanska Ternan kann nýtast sum eykaskip fyri Teistan og Smyril, ljóðar tað sum upp aftur betri heildarloysn. Verður nýggja ferjan tøk í august 2010, so er ikki neyðugt at seta avloysaraskip inn til Nólsoyar.?Í hesum tíðum við uppsagnum, hevði tað sjálvsagt verið framúr, um føroysku veitararnir halda seg framat ferjubyggingini. Harafturat er vónin um, at vit einaferð kunnu skifta frá vanligum motori til vetnis-motor sjálvsagdur »síðu-vinningur«, ið eigur at tæna samfelagnum øllum.?Við bestu ynskjum um góða arbeiðsgongd.

 

Jákup av Skarði, ?f. arbeiðsbólkin at byggja nýggja Ritu??