Fótbóltur
Kreppa er kanska dekan ov sterkt orð at nýta, men tað var eingin loyna undan dystinum í Sarpisgerði, at her vóru eingi serlig ráð at missa hjá hvørgum av pørtunum.
Ferðin kom upp
Og leikararnir á báðum liðum løgdu eisini alt fyri eitt til brots, sum um einki annað enn sigurin taldi. Leikferðin varð beinan vegin á slíkum støði, sum liðini bæði í alt ov lítlan mun hava megnað higartil í ár, og tað gingu heldur ikki meira enn átta minuttir, fyrr enn hol varð sett á málskjótingina.
Við tveimum ella trimum millumstøðum spældi VB seg skjótt niðan móti brotsteiginum hjá gøtumonnum. Mortan í Hørg fekk bóltin, og eftir at hava drigið fram við verjuleikara sendi hann bóltin upp í handara málhorn uttan møguleika hjá Halli Hansen at verja fyri.
Ein av avgjørdu styrkjunum hjá VB hevur seinnu árini verið tætta verjan, sum hevur verið góður botnur undir einum kontraspælið. Við skjótu leiðsluni átti eisni at ligið væl fyri at bíða eftir mistøkunum frá mótstøðuni.
Hetta var eisini ætlanin hjá VB, men tvær væl vandar deyðbóltsstøður frá gøtumonnunum koppaðu tó øllum á høvdið.
Bert fimm minuttir eftir leislumálið, var Sámal Joensen fyrstur á, tá horna varð sent innfyri, og so stóð á jøvnum, og tá Bartal Eliasen drønstútaði eftir enn eitt hornaspark stutt eftir, var tað brádliga GÍ, sum var á odda, og nú vóru tað eisini teir, sum kundu spæla kontrabólt.
Sum tølini siga, so komu ikki fleiri mál í dystinum, men tað var so avgjørt ikki, tí at møguleikarnir ikki vóru til staðar.
GÍ legði seg nakað aftur á vøllin, og lat í stóran mun vágbingarnar um at skapa dystin, men teir gróvu seg tó á ongan hátt niður í egnum brotsteigi. Heldur stóðu teir alla tíðina til reiðar at fara fram í drepandi mótálopum, og fleiri ferðir var eisini um reppið, at hetta eydnaðist teimum. Við kvikum og neyvum samanspæli vunnu teir seg fram til fleiri møguleikar, og í øllum førum man Súni Fríði iðra seg um, at tað ikki eydnaðist honum at skora upp á í minsta lagi tveir av hesum.
Misnýttu møguleikarnir kundu kostað teimum heilt nógv, tá Robert Ciezlewicz í seinna hálvleiki fekk gyltan møguleika, men við mest sum opnum máli megnaði at senda framvið málinum og liggjandi málverjanum, men nærri enn tí sama komu vágbingarnir ikki.
Fer at líkjast
Fyri vágbingarnir mundi tapið kennast sera svárt, nú teir mistu ein ítøkjuligan møguleika at fáa samband aftur við liðini, sum liggja beint undir oddinum. Yvir høvur hevur tað tókst soleiðis hjá VB í ár, at teir hóast gott spæl í fleiri dystum ikki hava megnað at skapt teir møguleikar, sum skulu til, og heldur ikki hava teir verið nóg neyvir, tá so møguleikarnir eru komnir.
Hjá GÍ hevur talan heldur ikki verið um sama press-fótbólt, sum teir hava sýnt nógvu av undanfarnu árunum, men sunnudagin líktist tað til tíðir. Við skjótu leiðsluni var kanska ikki neyðugt at trýsta so nógv, men liðið arbeiddi væl, og spælið gekk bæði skjótt og væl fyri seg, tá teir royndu at seta ferð á niðaneftir.
Og hóast úrslitini ikki hava verið eftir vild hvørja ferð, so er GÍ á ongna hátt siglt afturúr í kappingini. Fýra stig eru upp til oddaliðið, men við 12 dystum eftir á skránni, nýtist tað ikki at vera størsta forðingin.
Stóri trupulleikin hjá liðnum kann tó verða, at breiddin í hópinum als ikki er so stór, sum hon hevur verið onkur av undanfarnu árunum. Næst besta liðið flutti í fjør niður í triðju deild, og hetta sigur nakað nógv í so máta, og eitt nú er álopsparturin í løtuni sera skerdur, nú Krzystof Popczynski ikki er tøkur.
Gøtumenn plaga tó vanliga at vera drúgvir, tá tøk skulu takast í fótbóltsoddinum, so hóast mótstøðuliðini helst av øllum alvi vilja leggja fótonglar fyri, so er lítið at ivast í, at teir kortini fara at roynast drúgvir, tá avtornar.
Dysturin í tølum
GÍ-VB 2-1 (2-1)
0-1: Mortan í Hørg, 8
1-1: Sámal Joensen, 13
2-1: Bartal Eliasen, 16
Dómari: Oddmar Andreasen
GÍ: Hallur Hansen - Hans Pauli Petersen, Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Zdizlaw Janek, Súni Olsen ? Magnus Skoralíð, Súni Fríði Johannesen
VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkopvic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Dan Djurhuus, Marek Vierzbicki, Michael í Lágabø, Jón Gærdbo, Mortan í Hørg ? Nenad Zivanovic, Robert Cieszlewicz









