Umleið 50 børn undir skúlaaldur í Tórshavnar Kommunu metast at hava tørv á taluhjálp. Men til øll hesi 50 børnini er bert ein talulærari, sum arbeiðir niðursetta tíð áljóðandi 15 klokkutímar.
Ein yvirgang vóru tað heili fýra talulærarar á Sernámsdeplinum. Men hinir tríggir talulærararnir eru farnir frá av ymsum orsøkum. Aldur og sjúka hava gjørt seg galdandi, og nú er bert ein talulærari, sum arbeiðir niðursetta tíð eftir.
? Eg meti meg ikki vera føra fyri at nøkta ein so stóran tørv, og tað havi eg heldur ongan møguleika fyri at gera á ein ráðiligan hátt við bert 15 tímum, sigur Doris Hansen, sum nú er einasti talulærari til alt smábarnaøkið hjá Tórshavnar Kommunu.
? Tað er ikki moralskt rætt, og tí haldi eg, at tað skal heldur vera eingi taluundirvísing. Eg kann ikki fara at pilka burturúr teimum 50 børnunum, sum standa og bíða, tí so vil eg heldur gevast.
Eitt annað talulærarastarv er normerað, men av tí, at peningajáttanin er ov lítil, so strekkja pengarnir ikki so langt. Søkt hevur verið eftir meira peningi, men svarið er bert, at meira peningur er ikki tøkur.
Ráðgevi
Doris Hansen heldur, at tað er púra burturvið, at skula býta 15 klokkutímar um vikuna millum 50 børn. Hetta letur seg als ikki gera. Í miðal gevur hetta 18 minuttir um vikuna til hvørt barnið.
Trupulleikin hevur verið leingi tilstaðar. Seinastu árini hevur verið soleiðis, at børnini hava havt talubólkar, har fimm børn hava verið í hvørjum bólki. Henda undirvísingin hevur gingið fyri seg úti á Sernámsdeplinum av praktiskum orsøkum. Tey børnini, sum so ikki gingu í talubólk, hevur verið koyrt út til á teimum ymsu stovnunum í Havnini.
? Stjórin hjá mær, Hans Eli Dahl, er samdur í tí, sum eg sigi. Hann hevur skotið upp, at eg kann virka sum ein ráðgevi fyri teir ymsu stovnarnar, har arbeiðsfólkið á stovnunum síðani hjálpir børnunum við talutrupulleikum. Við míni hjálp væl at merkja, greiðir Doris Hansen frá.
Men aftur her er heilt greitt, at 15 tímar um vikuna er alt ov lítið.
? 15 tímar um vikuna til allar teir stovnarnar og alla dagrøktina í Havn, Velbastað og Kaldbak er eisini ov lítið. Og um eg so eisini skal skipa fyri skeiðum dettur hetta púra burtur í einki.
? Eg havi arbeitt sum talulærari síðani 1980, og á henda hátt vil eg ikki enda. So skal eg heldur gevast, sigur Doris, sum heilt týðiligt er kedd av, at ikki kunna veita taluundirvísing til øll børnini á listanum.
Hvar málið liggur í løtuni veit Doris Hansen ikki. Einasta hon veit at siga er, at stovnsleiðararnir í Havnini fara at hava fund í næstum, har hetta málið verður tikið til viðgerðar.