Ráki til allar árstíðir

Finnur Lützen og Jógvan Dahl hava í ellivu arbeitt við at framleiða ein føroyskan snaps, og nú gera teir enn eina roynd við innfluttum vodka

RÙSDREKKA

Fáa rákan av hvonn. Urtin, sum sigst at verja móti sjúku, kann eisini nýtast til annað. Stendur tað til Finn Lützen og Jógvan Dahl, sum báðir starvast sum lærarar á Stundentaskúlanum- og HF-skeiðinum í Hoydølum, verða føroyskar hvannir smakkievni í einum føroyskum ?bitter? snapsi.
Hetta er í sjálvum sær eingin sensatión, tí Jógvan og Finnur, hava roynt síðani 1992 at fáa loyvið til eina tílíka framleiðslu. Hetta hevur eisini verið uppi og vent í fjølmiðlum og hjá landsmyndugleikum.
Men teir báðir halda á við at royna, og vónirnar eru heilt hampuliga góðar til, at tað ein dag fer at eydnast at framleiða føroyskt brennivín í Føroyum. Føroyska rúsdrekkalógin loyvir nevniliga ikki hesum slagi av framleiðslu í Føroyum. Ì Føroyum er ?bert? loyvt at framleiða rúsdrekka við í mesta lagi 5,8% alkohol, t.e. gullølsstyrki.
Higartil hevur snapsurin hjá Finni og Jógvani verið kallaður føroyski snapsurin ella hvannsnapsurin, men snapsurin fer helst at verða kallaður Ráki, spyrst nøkur framleiðsla burturúr. Eitt gott føroyskt orð til ein góðan føroyska snaps, siga teir.
Og tey, sum royndu snapsin á tíðindafundi hósmorgunin, hildu hann bara vera góðan. Einir tólv litrar verða í fyrsta umfari at fáa í Vertshúsinum. Men hesir tólv litrarnir eru innflutt vodka, keypt í rúsuni, har hvonn smakkurin er settur til. Alkoholstyrkin er eini fjøruti prosent.
Til hesa royndarframleiðsluna á hesum sinni hava teir savnað hvannir úr úrtagarðinum hjá Finni, men spyrst nøkur vinnulig framleiðsla burturúr, so fara teir at hava egnan urtagarð til endamálið.
Men ætlanin er ikki bert at gera snaps við hvannum. Teir báðir ætla at royna ymsar aðrar urtir eisini.
Og orsøkin til, at teir hava savnað føroysku fjølmiðlamiðlarnar, eru sjálvsagt, at tað støðugt verður roynt at fáa loyvi til at innflyta ethanol ella sprit, soleiðis at talan kann gerast um ein veruliga framleiðslu av føroyskum snapsi.
-? Útlendingarnar vilja royna tað lokala og spyrja nógv eftir føroyskum snapsi. Tað er jú eisini undarligt, at vit innflyta fleiri hundraðtúsund litrar av alkoholi um árið og ikki kunnu gera okkara egna í Føroyum, sigur Jógvan Dahl.
Ein møgulig komandi framleiðsla av Ráka hevur ikki tørv á teimum stóru hølunum ella tólunum, og tað er heldur einki fyri at fáa rávøruna til vega.
Hesir seinastu framleiddu litrarnir, sum teir ikki vilja siga uppskriftin á, hava tikið eina lítla viku at framleiða. Men líkt er til, at teir báðir mugu bíða nógv longur enn eina viku eftir framleiðslu- og søluloyvi.
Ein tílík framleiðslu krevur nevniliga eina lógarbroyting, og hetta má metast at vera lítið sannlíkt. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, royndi at fáa eitt uppskot samtykt, sum gjørdi rúsdrekkalógini eitt sindur lagaligari, tó uttan at loyva tílíkari snapsaframleiðslu, men hetta varð steðgað av Miðflokkinum, sum ger púra greitt, at eingin samgonga við teimum sum parti fer at loyva liberaliseringum av rúsdrekkalógini.