Sluppu ikki á land

Við jøvnum millumbilum vitja donsk sjóverjuskip ta lítlu oynna Hans Ø vestan fyri Grønland fyri at vísa, at danir meta seg hava ræðisrættin á oynni. Men hesaferð miseydnaðist tað tí lítla sjóverjuskipinum "Agpa" at sleppa til oynna, tí har var so nógvur ísur.

Sambært danska útvarpinum noyddist "Agpa" at venda aftur, tá skipið var 11 fjórðingar frá oynni. Manningin tók nakrar myndir og setti síðani kós suðuraftur, sigur útvarpið.

Danmark og Kanada eru ósamd um, hvørt teirra skal hava ræðisrættin á Hans Ø. Í 1973 skuldu londini áseta mark millum Kanada og Grønland, men tey kundu ikki semjast um, hvørt teirra eigur ta lítlu oynna. Málið er týdningarmikið, tí tað kann henda, at olja er at finna undir havbotninum á hesum leiðum.