annað at hugsa um. Hann bað meg um at halda høvdið høgt. Eg veit ikki, um hetta var mín síðsti dystur fyri Skotland. Alt eg veit er, at eg eri leikbannaður í ein dyst, og so fáa vit at síggja. Áttu at verið [...] fyri við Sky, at hóast skotska liðið var skert frá byrjan orsakað av so mongum skaðum, áttu teir framvegis at verið ov góðir fyri Føroyar. ? Hóast vit vóru skerdir, væntaðu fólk, at vit fóru at vinna her, [...] Tað var tápuligt av mær at leggja á. Tað var býtt, smáting, og eg bleiv provokeraður. Hóast tað var eitt klandur, sum hevði vart eina løtu, viðgangi eg, at eg bar meg skeivt at, og tað havi eg eisini sagt
reiðiliga um vit koma at varðveita tamarhaldið á støðuni. ? Eg haldi, at hetta er ov óroynt hjá okkum til at vit kenna avleiðingarnar. Atli Hansen sigur, at hann sær eisini ein vanda í, at vit ræðið á fiskivinnuni [...] ikki í, at tað eru nakrir bátar afturat, sum norðmenn ikki eiga eitt oyra í. Atli Hansen sigur, at tað er alment kent, at tað eru norsk áhugamál uppi í tveimum nýbygningum. ? Men so haldi eg, at alt er [...] Hann sigur, at sjálvur hevur hann fingið bjóðað norskan kapital í sítt virksemi, men hann hevur sagt nei takk. Hann sigur, at teir eru nokk so nógvir eigarar, og teir hava sett eina æru í at eiga bátarnar
matstovu at rúsa teg, men fyri at fáa eina góða máltíð. Tí haldi eg, at vit ikki skulu vera so banginfyri at lata nøkur skeinkingarloyvir aftrat, sigur landsstýrismaðurin, sum samstundis heldur, at vit mugu [...] hugburðinum, at fólk bert drekka fyri at rúsa seg. Tað kann eins væl vera hugnalig sosial samvera, og harnæst er tað gagnligt fyri ferðavinnuna. Mín niðurstøða verður tí helst, at eg fari at mæla til at okkurt [...] haldi ikki, at tað er serliga skaðiligt at geva okkurt skeinkingarloyvir aftrat, sigur Finnbogi Arge, sum hevur kannað hagtølini frá 1993 - 97. Sølan bert tvey pst. á matstovum Tað vísir seg, at tann parturin
máli. ? Við at seta hurð í brunnin, neyðútgongdir, vindeygu, og útlufting, er hann so at siga klárur at brúka. Føroya Ellisakfør hevur kortini víðari ætlanir, enn bert at nýta brunnin til at goyma gamlar [...] Hansen sigur, at nú býráðið hevur tikið undir við ætlanini, verður farið at kanna brúnnin nærri, og síðani fer býráðið saman við Føroya Ellisakførum at gera av, hvussu farast skal fram við at broyta vatnbrunnin [...] útvegað sær ellisakfør, og halda vit nú, at tíðin er búgvin eisini at savna lutir til eitt tekniskt fornminnissavn, sigur hann. Leivur Hansen, borgarstjóri sigur, at tey á býráðnum júst høvdu tosað um, hvat
ber at halda høvdið høgt og verða errin av at verða føroyingur, tá ein veit, at ein triðingur av einum møguligum fullveldi verður goldið av dønum. Serliga aftaná, at man hevur fortalt fyri fólki, at hesir [...] Tað er vanlig fatan millum fólk, at tað ikki ber til at hava eina tjóð uttan eina grundlóg. Stórabretland hevur onga grundlóg. Hetta vísir, at væl ber til at hava eina tjóð uttan grundlóg. Grundlógarnevndin [...] granna Bretland, er tað eisini nærliggjandi at hyggja at júst Stórabretlandi fyri m.a. at vita, um okkum yvirhøvur tørvar eina grundlóg. Tað er rættiliga avgerandi, at teir mongu praktisku spurningarnir viðvíkjandi
notatinum er at gera tað lættari hjá ferðslumálaráðharrunum báðum at taka avgerð um víðari rakstur av Vága Floghavn, útbyggingum og yvirtøku. Sambært notatinum fer tað at kosta 137,4 mió. kr at leingja vøllin [...] settur at verða í september, verður farið í smálutirnar sambært Finnboga Arge. Ábyrgd hjá dønum Í stuttari viðmerking eftir at hava lisið notatið, sigur Finnbogi Arge, at tað hevði verið skilagott at fingið [...] ? Sum støðan er nú meta vit uppgávuna hjá dønum at vera at tryggja ferðsluna um flogvøllin og at flogvøllurin livir upp til øll krøv, sett verða, og at neyðugu íløgurnar eisini verða gjørdar, sum enn er
Grundin til, at kvota varð ásett, sigur Jógvan Heinesen, var, at eingin stýring var á, hvør gekk út at fleyga. Tað varð vorðið soleiðis, at hvør eigari tók fult av fólki við sær út, soleiðis, at royndin gjørdist [...] Jógvan Heinesen, at gamla skipanin er 60 áseyðir, men at Hólmurin er nakað minkaður nú, so teir hava tikið átta av, soleiðis at skipanin í dag er 52 áseyðir. At Hólmurin er minkaður, kemst av, at teir hava hegnað [...] formaður í stýrinum. Hann letur at, at væl av fugli er til í ár. Tað hevur, sum aðrastaðni, annars verið eitt sindur ójavnt við tí. Hann væntar ikki, at tað verður nakar trupuleiki at fáa teir 3.200 lundarnar
liðkapping koyrd, har tað ikki endiliga gekk út uppá at gerast fyrstur, men at vísa, at ein dugdi at koyra saman, við høgari ferð, og samstundis klára at koma saman við teimum fremstu á mál, sjálvt um ein [...] sterkastu. Fríggjakvøldið var ætlanin at koyra einkultstart fimm ferðir runt Agnið á Toftum, men grovur kavaælingur gjørdi at teinurin bleiv broyttur, soleiðis at koyrast skuldi av Toftum til Funnings [...] útaftur. Men aftur her gjørdi kavin, at teinurin bleiv styttur enn meir, so vent varð í Skálabotni. Veðrið gjørdist so ringt, at gear og bremsur frystu, soleiðis at úrslitið ikki kundi nýtast til tað heilt
soleiðis, at tað fevnir um alla oynna, og vísir hann á, at endamla felagsins er broytt saman við heitinum. Felagið var broytt eftir, at nógv hevði verið tosað um, at alt vinnulívið í oynni átti at skipa seg [...] vegin varð avgjørt at halda eyðkaaðalfund, har felagið skuldi broytast til at vera eitt felag fyri vinnulívið í allari oynni. ? Fyrr var endamálið hjá oljuvinnuráð okkara at arbeiða fyri, at vit fingu eina [...] ráðið, soleiðis, at tað er galdandi fyri alla oynna, og tí er endamálið somuleiðis broytt. Ráðið skal nú arbeiða fyri oljuhavn í Suðuroynni. Viberg Sørensen sigur tó, at hetta ikki merkir, at ætlanin við einari
uppá, at tað fer at bera til at menna virkið víðari. Selja ikki uttanlands Sum er, verður Stranda Máling ikki seld uttanlands. Jógvan Óli Fredriksberg sigur, at tann størsta avbjóðingin í løtuni er at vinna [...] nágreiniligt tal, men hann sigur, at talan er um eina nóg dýra vekætlan. Tó stúrir hann ikki fyri, at ætlanin ikki fer at bera seg. ? Vit hava rættuliga drúgvar royndir í at framleiða máling. Stranda Máling [...] nevniliga ógvuliga lítlar, orsakað av, at einki søluumboð er í Havn. Hetta heldur Jógvan Óli Fredriksberg eigur at fáast upp á pláss, áðrenn hugsað verður um at marknaðarføra seg uttanlands. Á bygdunum