Tað er vanlig fatan millum fólk, at tað ikki ber til at hava eina tjóð uttan eina grundlóg. Stórabretland hevur onga grundlóg. Hetta vísir, at væl ber til at hava eina tjóð uttan grundlóg. Grundlógarnevndin mátti um ikki annað hugt eftir Stórabretlandi, og fortalt almenninginum, hví hendan skipan ikki er so góð.
EIN grundlóg má ikki vera ov ítøkilig, sum eitt nú tann amerikanska grundlógin, tí so verður hon skjótt ótíðarhóskandi og skal hava uppískoyti í heilum. Ein grundlóg má vera so leyst orðað, at hon ikki er tíðarfest. Meira leysliga, ein slík grundlóg er orðað, minni praktiskan týdning fær hon. Nú tað verður tosað um at menna samvinnuna við okkara næsta granna Bretland, er tað eisini nærliggjandi at hyggja at júst Stórabretlandi fyri m.a. at vita, um okkum yvirhøvur tørvar eina grundlóg. Tað er rættiliga avgerandi, at teir mongu praktisku spurningarnir viðvíkjandi búskapi, skattatrýsti, lønarlag, vinnumynstri o.s.fr. verða umrøddir og helst eisini loystir, áðrenn vit taka stig til broytingar, sum føra til, at vit koma á so djúpt vatn, at vit ikki grynna.
VILJA vit sleppa okkum úr Ríkisfelagsskapinum, so mugu vit eisini gera okkum púra greitt, hvørjar fyrimunir vit tá missa. Hvør sigur, at ein avtala kann bøta um hetta! Tekur man politiskt allar fyrimunirnar við ríkisfelagsskapinum burtur, so verður tað skjótt ein sjálvuppfyllandi profeti, at vit einki fáa burtur úr ríkisfelagsskapinum. Hevði tað ikki verið fyri blokkstuðulin, so kundi hetta eydnast hjá fullveldisfortalarunum, men ringt er at burturforklára eina danska milliard.
SPURNINGURIN, sum fleiri helst seta sær, er, um til ber at halda høvdið høgt og verða errin av at verða føroyingur, tá ein veit, at ein triðingur av einum møguligum fullveldi verður goldið av dønum. Serliga aftaná, at man hevur fortalt fyri fólki, at hesir somu danir hava verið ein forðing fyri menning av Føroya landi. Hví føroyingar hava eitt tað hægsta livistøði í heiminum meldar søgan einki um. Hví ikki verða førir fyri at standa á egnum beinum búskaparliga, áðrenn nakað hátíðarhald verður hildið og nøkur loysing lýst? Víst skulu vit taka fulla ábyrgd av okkum sjálvum - gerast meira sjálvbjargin. Og til tess tørvar okkum eitt meira fjøltáttað og kappingarført vinnulív. Men latið okkum gera hetta við fullum skili. Okkum tørvar at sameina allar góðar kreftir.