Lundakvota í Tindhólmi

Eigararnir í Tindhólmi hava sjálvbodnir ásett kvotu fyri fuglaveiðuna í Hólminum

Tað er ikki loyvt at fleyga, sum einum lystir, hóast ein er eigari í Tindhólmi.

Avgjørt er, at loyvt skal vera at taka 100 lundar á gyllinin. Og tað hava eigararnir góðtikið.

Tindhólmur er tvær merkur til støddar. Og teir eru 17 eigarar.

Jógvan Heinesen er formaður í stýrinum.

Hann letur at, at væl av fugli er til í ár. Tað hevur, sum aðrastaðni, annars verið eitt sindur ójavnt við tí.

Hann væntar ikki, at tað verður nakar trupuleiki at fáa teir 3.200 lundarnar, sum samlaða kvotan í Hólminum er.

Grundin til, at kvota varð ásett, sigur Jógvan Heinesen, var, at eingin stýring var á, hvør gekk út at fleyga.

Tað varð vorðið soleiðis, at hvør eigari tók fult av fólki við sær út, soleiðis, at royndin gjørdist ov ógvuslig.

Tað fyrsta kvotauppskotið var at taka 30 fuglar á gyllinin. Men tað vann ikki frama. So varð roynt við 100, og tá bar til.

Tað ger so aftur tað, sigur formaðurin, at onkur eigari fær sína kvotu upp á einar tveir tímar. Tað halda summir kanska vera ov lítið, nú nógv er til. Men soleiðis má ta tað nú bara vera, sigur Jógvan Heinesen, formaður í stýrinum fyri Tindhólm.

Um seyðin í Tindhólmi sigur Jógvan Heinesen, at gamla skipanin er 60 áseyðir, men at Hólmurin er nakað minkaður nú, so teir hava tikið átta av, soleiðis at skipanin í dag er 52 áseyðir.

At Hólmurin er minkaður, kemst av, at teir hava hegnað ein part av til at hava veðrar gangandi á. Veðrarnir ganga úti á Nesi, tað er út móti Gáshólmi, greiðir Jógvan Heinesen frá.

Seyðurin gongur annars alt árið í Tindhólmi.

Um veturin er ofta trupult at sleppa út í Hólmin, so seyðurin passar seg so at siga sjálvan.

Men í lembingini er øðrvísi, og tá verður vanliga vitjað oftari har úti, sigur Jógvan Heinesen.

Seyðurin í Tindhólmi er rættiliga spakur. Mestsum ov spakur, heldur Jógvan Heinesen. Hann leggur als einki í, um fólk gongur har úti.

Seyðurin er hampiligur úti í Tindhólmi, sigur formaðurin. Tað verður givið nakað væl av medisini, og tað hjálpir.