Goyma bilar í vatnbrunni

Gamli vatnbrunnurin hjá Havnar Kommunu við Gráastein verður nýggi karmurin um virksemið hjá Føroya Ellisakførum. Ætlanir eru eisini um at gera eitt tekniskt fornminnissavn

At goyma gamlar bilar er sera plásskrevjandi, og hevur tú ikki røttu hølini, so ber hetta als ikki til.

Tí er tað, at felagið Føroya Ellisakfør seinnu árini hevur leitað við ljós og lykt eftir onkrum hóskandi høli, sum bæði kann nýtast sum felagshøli og sum goymsla.

Fyrr í ár søkti felagið Tórshavnar Býráð um at fáa loyva at nýta gamla vatnbrunnin við Gráastein til endamálið - og býráðið hevur nú gingið umsóknini á møti. Brunnurin hevur ikki verið nýttur seinnu árini - og hann er sera rúmligur, einar 900 fermetrar til víddar og einar fimm metrar djúpur.

Brunnurin er stoyptur og uttan laðaður við gróti. Omaná er eisini stoypt dekk.

? Brunnurin hóskar sera væl til endamálið, sigur Heini á Borg, sum hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum hjá felagnum, ið arbeitt hevur við hesum máli.

? Við at seta hurð í brunnin, neyðútgongdir, vindeygu, og útlufting, er hann so at siga klárur at brúka.

Føroya Ellisakfør hevur kortini víðari ætlanir, enn bert at nýta brunnin til at goyma gamlar bilar í.

? Vit hava rættuliga nógv jørn í eldinum, sigur Brynjálvur Jensen, sum er formaður í felagnum.

? Felagið hevur nú virkað í seks ár, og undirtøkan hevur verið sera góð. Hesa tíðina hava nógv fólk útvegað sær ellisakfør, og halda vit nú, at tíðin er búgvin eisini at savna lutir til eitt tekniskt fornminnissavn, sigur hann.

Leivur Hansen, borgarstjóri sigur, at tey á býráðnum júst høvdu tosað um, hvat brunnurin kundi nýtast til, tá umsóknin kom frá Føroya Ellisakførum. Hann sigur, at felagið eisini hevur boðið sær til at goyma eitt nú gomlu brandbilarnar hjá kommununi, og heldur hann, at ætlanin um eitt tekniskt fornminnissavn ljóðar áhugaverd.

Borgarstjórin sigur eisini, at býráðið hevur gjørt avtalu við Tekniska skúla í Havn um at umvæla tann gamla Triangel brandbilin hjá býráðnum, sum er frá tríatiárunum, og heldur hann tað vera hugsandi, at hesin bilur kann goymast í nýggju hølunum hjá Føroya Ellisakførum.

Leivur Hansen sigur, at nú býráðið hevur tikið undir við ætlanini, verður farið at kanna brúnnin nærri, og síðani fer býráðið saman við Føroya Ellisakførum at gera av, hvussu farast skal fram við at broyta vatnbrunnin til eitt fornbilasavn.