Í juni 1998 hittust Sonja Mikkelsen, danski ferðslumálaráðharrin og Finbogi Arge, føroyski ferðslumálaráðharrin at samtala um viðurskiftini um kring Vága Floghavn. Ferðslumálaráðharrarnir báðir samdust um, at notat skuldi skrivast av embætisfólkum um øll viðurskifti viðvíkjandi flogvøllinum í Vágum, og nú er tað so komið. Skrivað notatið hava umboð fyri danska ferðslumálaráðið, Vinnumálastýrið og Statens Luftfartsvæsen, og endamálið við notatinum er at gera tað lættari hjá ferðslumálaráðharrunum báðum at taka avgerð um víðari rakstur av Vága Floghavn, útbyggingum og yvirtøku.
Sambært notatinum fer tað at kosta 137,4 mió. kr at leingja vøllin úr 1250 metrum til 1450 metrar, tvs. 200 metrar, og gera »glide path« eisini, og hetta meta flogfeløgini sum dagliga flúgva um flogvøllin í Vágum, er av alstórum týdningi at fremja.
Størri flogfar
Føroyska flogfelagið sigur seg umhugsa at keypa størri flogfar av sama slagi nýtt verður í dag, um útbyggingarnar verða gjørdar, og harvið betra nettoúrslitið hjá felagnum við 6-8 mió. kr. árliga. Ella keypa sær sama flogfar sum Maersk Air nýtir, eitt Boeing 737, sum kemur at hava uppaftur størri ávirkan á framgongdina hjá føroyska flogfelagnum.
Maersk Air metir, at verða útbyggingarnar framdar á flogvøllinum í Vágum, kemur vinningurin at liggja millum 1,2 til 1,5 mió. kr árliga, og eru hetta í høvuðsheitinum »operationelle besparelser i form af, at et færre antal flyvninger til Færøerne må omdirigeres«, verður sagt í notatinum.
Notatið viðgerð so at siga øll viðurskifti um Vága Floghavn, men á fundinum millum Sonju Mikkelsen og Finnboga Arge, sum er settur at verða í september, verður farið í smálutirnar sambært Finnboga Arge.
Ábyrgd hjá dønum
Í stuttari viðmerking eftir at hava lisið notatið, sigur Finnbogi Arge, at tað hevði verið skilagott at fingið eina loysn á øllum viðurskiftum um flogvøllin.
? Sum støðan er nú meta vit uppgávuna hjá dønum at vera at tryggja ferðsluna um flogvøllin og at flogvøllurin livir upp til øll krøv, sett verða, og at neyðugu íløgurnar eisini verða gjørdar, sum enn er teirra ábyrgd, tá ið vit ikki hava yvirtikið flogvøllin.
Spurdur, hvussu stóran part føroyingar skulu gjalda av hesi samlaðu útbyggingini sum sambært notatinum er mett til 137,4 mió. kr., sigur Finnbogi Arge, at hugsað verður um eini 8 prosent ella 11 mió. kr.