Tað er ikki ein króna komin til Gøtu úr Noregi

? Vit hava sett eina æru í at eiga bátarnar sjálvir. Tí hava vit sagt nei takk til at fáa norskar pengar, sigur Atli Hansen

? Eg kann bara siga, at til Gøtu er í hvussu so er ongin norsk króna komin enn.

Atli Hansen, reiðari í Gøtu, avsannar nú avgjørt pástandin hjá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni um, at Norðmenn eiga ein stóran part av føroyska nótaflotanum.

Jákup Sverri Kass segði hetta í viðtali við Sosialin í gjár í samband við eigaraviðurskiftini í nýggja línubátinum til Vágar og hann ávaraði ímóti, at sama gongd nú fór at verða í línuflotanum, sum tað hevði verið í nótaflotanum.

Men ein av reiðarunum á nótabátunum, Atli Hansen í Gøtu avsannar hesi tíðindi í dag.


Grovliga tikið til

? Hatta var nakað grovliga tikið til, heldur hann.

Hann sigur, at hann kann bara tosað fyri teir tríggjar bátarnar í Gøtu, Jupiter, Trónd í Gøtu og Finn Fríða.

? Og eg kann upplýsa, at tað er ongin norsk króna, hvørki so ella so, í nøkrum av hesum bátunum.

? Og eg ivist ikki í, at tað eru nakrir bátar afturat, sum norðmenn ikki eiga eitt oyra í.

Atli Hansen sigur, at tað er alment kent, at tað eru norsk áhugamál uppi í tveimum nýbygningum.

? Men so haldi eg, at alt er sagt, og tað eru bara tveir av átta.

Hann sigur, at sjálvur hevur hann fingið bjóðað norskan kapital í sítt virksemi, men hann hevur sagt nei takk.

Hann sigur, at teir eru nokk so nógvir eigarar, og teir hava sett eina æru í at eiga bátarnar sjálvir.

? Og so leingi, vit klára tað sjálvir, so leingi ætla vit at gera tað.

? So kemur einaferð norskur kapitalur uppí hjá okkum, verður tað av neyð.

Men hann viðgongur eisini hann ræðist hetta eitt sindur at lova útlendingum uppí.

? Lova vit teimum uppí, vita vit ikki reiðiliga um vit koma at varðveita tamarhaldið á støðuni.

? Eg haldi, at hetta er ov óroynt hjá okkum til at vit kenna avleiðingarnar.

Atli Hansen sigur, at hann sær eisini ein vanda í, at vit ræðið á fiskivinnuni um ov nógvir útlendskur kapitalur er uppí.

Hann vil ikki útgreina, hvussu hann heldur, at vit missa ræðið á f iskivinnuni.

? Men tað eru altíð ymsir mátir at útvega sær meiri ávirkan, enn ein hevur kapital til, sigur Atli Hansen heilt stutt.