Á eyðkaaðalfundi hjá Tvøroyrar Oljuvinnuáð varð sunnudagin samtykt at broyta navn felagsins til Suðuroyar Oljuvinnuráð. Sjálvsagt er talan um annað, enn bert eina navnabroyting. Ráðið er nú ikki bert ein samfylking av vinnulívinum á Tvøroyri, men ein samskipan av øllum vinnulívinum í Suðuroynni. Og eins og navnið ber boð um, er endamál felagsins at fyrireika vinnulívið í oynni til eina møguliga oljuvinnu.
Kunnan og fyrireiking
Viberg Sørensen, vinnulívsmaður á Tvøroyri, er formaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð. Hann fegnast um, at felagið nú er skipað soleiðis, at tað fevnir um alla oynna, og vísir hann á, at endamla felagsins er broytt saman við heitinum.
Felagið var broytt eftir, at nógv hevði verið tosað um, at alt vinnulívið í oynni átti at skipa seg í samstarv í staðin fyri, at bert vinnulívið á Tvøroyri var skipa í. Tvøroyrar Oljuvinnuráð spurdi seg fyri í syðru helvt, um áhugi var fyri at koma uppí felagið, og tá áhugi sýntist vera fyri hesum beinan vegin varð avgjørt at halda eyðkaaðalfund, har felagið skuldi broytast til at vera eitt felag fyri vinnulívið í allari oynni.
? Fyrr var endamálið hjá oljuvinnuráð okkara at arbeiða fyri, at vit fingu eina oljuhavn á Drelnesi. Nú hava vit umskipað ráðið, soleiðis, at tað er galdandi fyri alla oynna, og tí er endamálið somuleiðis broytt. Ráðið skal nú arbeiða fyri oljuhavn í Suðuroynni.
Viberg Sørensen sigur tó, at hetta ikki merkir, at ætlanin við einari oljuhavn á Drelnesi er slept. Munurin er bert tann, at oljuvinnuráðið nú umfatar vinnulívið í allari Suðuroynni. Alt vinnulívið í Suðuroynni er nevniliga gingið saman í eitt felag, Suðuroyar Oljuvinnuráð.
Formaðurin ynskir at gera greitt, at tað ikki ber til hjá ráðnum at taka ítøkilig stig, so leingi eingin oljuvinna er. Tí sær ráðið kunnan um og fyrirteiking til eina komandi oljuvinnu sum nakað av tí, felagið eigur at takast mest við. Og tað er eisini júst hetta, ið er á skránni, tá Danbor og onnur skulu hava kunnandi fund fyri oljuvinnuráðnum í komandi viku.
Í nýskipaðu nevndini í Suðuroyar Oljuvinnuráð sita Viberg Sørensen av Tvøroyri, formaður, Rógvi Thomsen úr Hvalba, næstformaður, Tummas Thomsen, kassameistari og skrivari, Pauli Einarson av Tvøroyri, nevndarlimur og Bogi Moretensen úr Vági, nevndarlimur. Eliesar Finnson úr Porkeri og Alex Vilhelm úr Vági eru báðir eyðkalimir.











