Síðstu dagarnar hava føroysku súkklarirnir havt úttøkukappingar fyri at finna fram til teir fýra, sum saman við Rógva Johansen og Boga Kristiansen skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Gotlandi í summar. Rógvi og Bogi vóru longu úttiknir, orsakað av frálíku úrslitunum hjá teimum í Danmark. Og at súkklingin er í framgongd her á klettunum sást, tí fyri fyrstu ferð var neyðugt við úttøkukapping fyri at seta navn á hinar fýra.
Hóskvøldið bleiv ein liðkapping koyrd, har tað ikki endiliga gekk út uppá at gerast fyrstur, men at vísa, at ein dugdi at koyra saman, við høgari ferð, og samstundis klára at koma saman við teimum fremstu á mál, sjálvt um ein ikki er ein av teimum sterkastu.
Fríggjakvøldið var ætlanin at koyra einkultstart fimm ferðir runt Agnið á Toftum, men grovur kavaælingur gjørdi at teinurin bleiv broyttur, soleiðis at koyrast skuldi av Toftum til Funningsfjarðarvegin og útaftur. Men aftur her gjørdi kavin, at teinurin bleiv styttur enn meir, so vent varð í Skálabotni. Veðrið gjørdist so ringt, at gear og bremsur frystu, soleiðis at úrslitið ikki kundi nýtast til tað heilt stóra, so ístaðin bleiv einkultstarturin koyrdur sunnudagin frá Havn til Kaldbaks og aftur. Í hesi kappingini segði tíðin tað sum sigast skuldi.
Leygarmorgunin var ætlanin at koyra býarkoyring í Havn, men hetta mátti avlýsast vegna hálku. Seinra partin bleiv so ein ein samlaður startur koyrdur, úr Havn til Streymnes og aftur. Henda kapping skuldi vísa alt tað frammanfyri nevnda umframt úthaldni.
Eftir hesar kappingarnar hevur landsliðsvenjarin Jens Glerup gjørt av at manna liðið soleiðis:
Rógvi Johansen, Bogi Kristiansen, Jóhann Brend, Gunnar Dahl-Olsen, Sverri Mohr Edvinsson og Christian Guttesen, sum hevur gjørt stór framstig í vetur. Christian er, sum nú er, úttikin sum eykamaður, tí at bert fimm mans frá hvørjari oyggj sleppa at luttaka í hvørjari kapping, men av tí at Bogi allarhelst skal koyra DM (ímóti Riis, Hamburger & co) sama dag sum liðkappingin verður, er »pláss« fyri Christiani á liðnum til ta kappingina.
Orsøkin til at landsliðið longu nú, tveir mánaðir undan oyggjaleikunum, er úttikið, er at fyriskiparirnir longu 26. apríl skulu hava nøvnini á øllum luttakarum
á oyggjaleikunum.
Sigast kann, at súkklarnir hava allir gjørt stór framstig síðani síðstu oyggjaleikir. Annars byrja heimligu kappingarnar við Sprint Triathlon fyrst í mai.










