dag eru 25 ár liðin síðani bátur við sjey monnum og 31 seyðum holvdist, og tríggir mans druknaðu. Tað var tann 14. oktober í 1991, at sjey mans við tilknýti til Mykines fóru at reka í einum hagaparti eystast [...] móti landi. Men tað gekk ikki meira enn bert ein lítil løta, til báturin sakk. Tá hava teir verið einar 200 metrar úr landi við Uldalsliðsfles, skamt sunnan fyri bygdina Hoyrdu rópini Tað tekur vanliga ikki [...] einki til. Teir fýra vóru fingir innanborða, og meðan siglt var aftur móti bygdini, varð boðað frá til bjargingartænastuna. Lítla løtu seinni var tyrlan Vípan komin við lækna, og vórðu menninir síðani fluttir
tikið fram av tí, sum var á skránni, tá ið legan fyri brekað var Dýra biðjudag í ár. Hesa ferð er tað ein av teimum, sum ber brek, ið greiðir frá sínum lívi, og næstu ferð verður tað ein avvarðandi, sum [...] brekað verið á skránni seinastu fjórðings øldina. Á leguni fyri brekað eru tað tey brekaðu í víðastu merking, sum eru í miðdeplinum. Tað eru tey, sum so at siga seta dagsskránna, og karmurin hjá teimum er góður [...] Jóannes Hansen ???? Húsið skal vera klárt at taka ímóti leguluttakarunum Dýra biðjudag. Tað hevur verið lagið í leguhúsinum í Zarepta seinastu 25 árini. Orsøkin er tann, at í Dýra biðjudags vikuskiftinum
Tað er kalt og grátt í veðrinum. Ein skuldi trúð, at tað var í novembur, men so er tað í apríl. Onkur vil vera við, at tað er lambasprænin, sum nú er komin. Um so er ella ikki, skal her ikki verða sagt [...] Annikka frá. Hon helt sjálv, at tað ljóðaði av øgiliga nógvum í fyrstuni at fara at leiga KÍ høllina til dagin, men tá tað avtornaði, so var onki annað høli í Klaksvík, sum var nóg stórt til at hýsa teimum [...] høllini og bað um at fáa høllina hetta vikuskiftið. Tað var ongin trupulleiki, og so var bara at bíða, til fólk byrjaðu at tekna seg. Rættuliga skjótt var greitt, at Betesda fór at verða alt ov lítið. Tá
hjá Strandferðsluni í 25 ár, hevur hann fingist við skip pakkar, kolli og farmabrøv væl longri enn tað. Tað var longu í 1974, at hann fór í starv hjá pápa sínum, Otto Mortensen, sum hevði privata farm [...] nevndur Wille, á Tvøroyri 25 ára starvsdag hjá Strandferðsluni. Er tað nakar persónur, sum hvør einasti suðuroyingur kennist við, er tað Wille Mortensen á Tvøroyri. Í samfull 25 ár hevur hann havt sína dagligu [...] dagligu gongd á bryggjuni, har hann hevur verið avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni. Fyrst var tað á gomlu bryggjuni á Tvøroyri, men síðani mitt í áttatiárunum hevur hann havt sína dagligu gongd á Drelnesi
nøkrum fáum tímun í einari alistøð við Kvaløya í Norðurnoregi. Orsøkin var, at óvanliga nógv sild var komin inn á fjørðin, og tað gjørdi, at súrevnið í sjónum minkaði nógv eftir stuttari tíð. -Súrevni [...] Nordlys. Tað eydnaðist felagnum at leiga bátar til at pumpa tann deyða laksin upp, og á tann hátt fingu teir bjargað teimum 200.000 laksunum, sum livdu eftir. Norsku fjølmiðlarnir siga, at tað er óvanliga [...] óvanliga nógv sild inni á firðunum á Tromsø-leiðini, og at tað hevur drigið nógvan hval inn á firðirnar.
leingi ynskt mær eina kettu, men tað skuldi ikki bara vera ein og hvør. Eg setti lýsing í bløðini um at fáa eina persarakettu, men ongin svaraði. Síðani royndi eg at leita inni á internetinum í Den Blå Avis [...] tveir eftir. Tað er eisini møguligt at fáa ættartalvu til kettlingarnar. Mussi hevur sjálv ættartalvu, men hetta kostar rættiliga nógv. Mette og Kenneth ætla at byrja at ala persarakettur, um tað vísir seg [...] missir javnvágina. Vit hava verið hjá djóralækna, men eg haldi, at tað tykist sum um djóralæknin ikki hevur so stóran áhuga í húsdjórum. Og tað haldi eg, vit mangla her í Føroyum. Ein djóralækna, sum bara tekur
høvuðsslottið og slotskirkjan í grund. Tað eydnast at bjarga stórum parti av tí, ið inni var, men 70-80 fólk doyggja í bjargingararbeiðinum. Kongshúskið flytir eftir eldin til tað minna og lítillætna slottið A [...] 1700 var 26. februar ikki í danska kalendaranum vegna skifti til nýggjan kalendara. Sosialurin skrivar fyri 50 árum síðani um »fjallasmoguveitslu«, sum verið hevði í Norðoyum 23. februar í 1967 – tað var
verið, orsakað av korona, so tað er ordiliga deiligt at vera í gongd aftur. Og eg haldi, at børnini hava sakna hetta tilboðið, tí undirtøkan fyri fótbóltsskúlaum í Havn var sera góð, og tilmeldingin til [...] fyrra dagin av ársins fyrsta Fótbóltsskúla, sum FSF og HB skipaðu fyri um vikuskiftið. Leygardagin var mest sum klárur himin og sólskin, og tey umleið 260 børnini og ungu hugnaðu sær óført báðar dagarnar [...] seinni í summar. 1. og 2. august á Svangaskarði á Toftum, og 4. og 5. august verður Fótbóltsskúli Inni í Vika á Argjum. Og eina viku seinni, fríggjadagin 12. og leygardagin 13. august er 07 Vestur vertur
veit, nær fólk meina tað, og nær tey ikki meina tað. Mouldi Manai helt eisini, at dømdi maðurin skemtaði, tá hann byrjaði at tráspyrja seg, um hann var muslim. - Har sat ein dama har inni, og hon hugdi upp [...] Maðurin var í februar í fjør komin við ljótum og niðrandi útsagnum móti Mouldi Manai og einum vinmanni hansara orsakað av teirra átrúnaði, og endin varð, at Mouldi Manai mátti melda mannin. Mouldi Manai
ísraelsku søguna. Ferðaleiðari er Svenning av Lofti, sum hevur staðið á odda fyri nærum 40 ferðum til tað Heilaga Landið síðani 1977. Svenning av Lofti er væl kendur kring alt landið. Lokalur ferðaleiðari [...] Holocaust-savnið í Jerusalem og nógv onnur støð. Veðrið hevur verið føroyska ferðalagnum til vildar. Tað hevur verið sól hvønn dag, síðani ferðalagið kom til landið mánadagin, og hitastigini hava verið rættiliga [...] rættiliga nógv, mett í mun til árstíðina. Í dag vitjaði føroyska ferðalagið í Bethlehem, sum liggur inni í tí sjálvstýrandi palestinska økinum. Føroyska ferðalagið vitjaði í Føðikirkjuni, sum er bygd yvir