Týsdagin fyrsta mars vóru liðin 25 ár síðani Heðin Mortensen varð valdur formaður í Ítróttasambandi Føroya. Tað var tó ikki nakar óroyndur maður, ið tók sæti í ovasta sessinum innan føroyska ítrótt í 1980.
Alla sína tíð hevur Heðin verið aktivur á ymsum økjum, og álitisstørvini hava verið mong. Hóast hann hevur verið aktivur í bæði lokal- og landspolitikki og knýttur at ymsum mentanararbeiði, so hevur fremsta frítíðaráhugamálið hjá honum tó altíð verið ítróttin. Áhugin fevnir fleiri ítróttagreinar, men tað er serliga kappróðurin, ið Heðin hevur havt alsk til. Áðrenn hann í 1979 kom í stjórn ÍSF sum starvsnevndarskrivari, var hann eitt nú formaður í Havnar Róðrarfelag árini 1973 til 1979 og sat eisini sum formaður í Tórshavnar Ítróttarráð frá 1975 til 1978.
Hesi árini Heðin hevur sitið formaður í ÍSF eru stórar broytingar hendar innan føroyska ítrótt. Nýskipanin, ið byrjaði við stovnsetanini av Fótbóltssambandi Føroya í 1979, tók veruliga dyk á seg í 1980. Heðin hevði ikki sitið sum formaður longri enn hálvt ár, so vóru seks sersambond aftrat sett á stovn. At sersambond vórðu sett á stovn hevði kollvelting við sær. Øll ábyrgd fyri fíggjarmálum hjá einstøku ítróttagreinunum hevði annars ligið hjá starvsnevnd og stjórn ÍSF, men við stovnanini av sersambondunum gjørdist einstøku ítróttagreinarnar sjálvstýrandi eindir innan fyri stóra felagsskapin og øll ábyrgd fyri dagligum rakstri varð flutt til ymsu sersambondini. Uppgávan hjá sjálvum meginfelagsskapinum broyttist eisinisamsvarandi og er m.a. nú at fremja samstarv um ítróttamál við landsmyndugleikar og aðrar myndugleikar í landinum, umboða Føroyar í ítróttamálum í viðurskiftum við aðrar tjóðir, her undir at stuðla og verja olympisku rørsluna og umboða føroyska ítrótt í olympiskum høpi, innan teir karmar, sum Altjóða Olympiska Ráðið skipar. Eisini skal ÍSF seta í gongd og skipa fyri tiltøkum at breiða út ítróttina til øll fólk uttan mun til aldur, útbúgving, kyn og sosiala støðu, samsvarandi ynskjunum og tørvinum hjá tí einstaka og eisini menna umstøðurnar hjá teimum, ið hava trupul ítróttalig viðurskifti.
Nógv er gjørt hesi árini Heðin hevur havt ovastu leiðsluna um hendi. Tá hann tók við vóru níggju ítróttagreinar umboðaðar í Ítróttasambandinum, meðan talið í dag er vaksið til 24, og eru hesar allar skipaðar í 15 ser- og deildarsambond. Eisini er talið av feløgum í formanstíð hansara økt úr 71 upp í 107 og eru í dag fleiri enn 15.000 íðkandi limir skrásettir í felagsskapinum.
Menningin innan ítróttina hevur hesi ár verið stór. Meira enn helmingurin av sersambondunum eru sjálvstøðugir limir í altjóða og millumtjóða ítróttasamgongum og hevur stórur dentur verið lagdur á at geva føroyingum høvi at vera við í millumlanda kappingum. Ítrótt er vorðin fastur partur av føroyska gerandisdegnum. Ítróttakappingar eru alt árið, og umstøðurnar at íðka ítrótt eru góðar og onkursvegna eru nærum allir føroyingar á einhvønn hátt knýttir at ítróttini.
Miðvísa arbeiðið, ið er gjørt innan Ítróttasambandið, sersambond og deildir, hevur borið ávøkst. Útbúgvingarætlanir hava havt støðuga menning við sær og bæði innan íðkan og fyriskipan er støðið høgt. Heimligar kappingar roynast góðar og spennandi og føroysk ítróttafólk luttaka javnan í millum- og altjóða kappingum. Møguleikar eru m.a. at taka lut í oyggjaleikum, smálandakappingum, kappingum um EM ella HM o.s.fr., so fyri tann, ið hevur hug og hegni er møguleiki fyri nógvum avbjóðingum.
Heðin hevur altíð lagt dent á, at neyðugt er við góðum umstøðum. Bæði fyri íðkandi og fyriskiparar. M.a. eru hølisumstøðurnar hjá ÍSF bøttar munandi. Húsini, ið upprunaliga vóru felagshøli hjá hondbóltsfelagnum Neistanum, eru í fleiri umførum umvæld og víðkaði. Hóast tað ikki er nóg rúmsátt at hýsa øllum virkseminum, so ber til við liðiligheit, men nóg gott er tað ikki og er eitt av nógvu málunum, ið Heðin hevur á skránni, útvegan av nýggjum hølum.
Hóast tað av og á hevur brotið í bæði borð, so hevur Heðin roynst arbeiðssamur hugsjónarmaður innan ítróttina. Nógv er komið á skaftið og trivið kundi verið i nógv, men hetta vildi kravt nógva rúmd og er partvíst eisini óneyðugt, tí avrikini tala fyri seg sjálvi. Tó kann í stuttum okkurt verða tikið fram. Eitt nú, at í samband við fimti ára stovningarhald ÍSF í 1989 varð roynt at knýta ítróttina og annan part av mentanini, nevnliga sjónleikin, tættari at hvør øðrum, tá leikurin Framá var táttur í sjálvum jubileumshaldinum. Eitt gott hugskot, ið prógvaði, at væl ber til at arbeiða tvørnámsliga um mentanarmørk. Eitt hugskot, ið kann verða øðrum til fyrimynd. Ásannandi at nógvur peningur skal til um luttakast skal í fleirtjóða kappingum, var Heðin við at seta stuðulsfelagsskapin Framá Føroyar á stovn, og seinni var hann oddamaður fyri at fáa donsku tipstænastuna at virka í Føroyum, soleiðis at føroysk ítrótt kundi fáa part av yvirskotinum. Ein roynd, ið hevur givið bæði ítróttarørslu, umgdómsarbeiði og øðrum mentanararbeiði tryggari fíggjarkarmar at virka undir.
At hann so eisini hevur verið við at fingið ítróttaferðir, trygging av ítróttafólkum, ítróttaráðgevaraskipan o.a. í trygga legu er nakað, sum í dag verður roknað sum ein sjálvfylgja.
Nógv stig eru tikin og í nógvum førum er vunnið á mál. Men framvegis eru nógvar avbjóðingar eftir. Lóg ÍSF er broytt og samsvarar í dag øllum teimum krøvum, sum IOC, altjóða olympiska ráðið, setur, men enn er limaskapurin ikki fingin. Givið verður tó ikki á hond og stríðið fyri at vinna føroyskaum ítróttafólkum limaskap heldur fram.
Vit, ið kenna Heðin vita, at tað argar hann, at tað ikki eydnaðist at fáa eitt sonevnt "multiítróttastadion" í Gundadali. Eftir hansara tykki vildi hetta verið til stórt gagn fyri allar borgarar í Tórshavn og sera gott fyri fólkaheilsuna. Hetta mál hevur einki við starv hansara sum ÍSF-forseti at gera, men verður bert nevnt fyri at vísa, at eisini í politiska yrki hansara hevur ítróttahugsjónin havt rúmd og merkt gerandisdagin. At málið um rennibreyt og betraðar umstøður til frælsa ítrótt neyvan er slept er so onnur søga.
Nógvu broytingarnar, ið hendar eru innan føroyska ítróttaheimin seinastu 25 árini eigur Heðin sín stóra og virkna lut í, og fyri trúgva og drúgva virkið sítt innan ÍSF hevur hann fingið øll tey heiðsursmerki, ið Ítróttasambandið gevur. Heðin hevur fingið silvur- og gullnál ÍSF umframt gullmerkið við bjálka. Eisini hevur hann fingið heiðurskross Ítróttasambandsins fyri arbeiði sítt til frama fyri føroysku ítróttafjøldina. Umframt hetta hevur hann fingið heiðurskross frá íslendska ítróttasambandinum og er eisini riddari av Dannebrog.
Starvsnevnd Ítróttasambands Føroya heilsar við hesum orðum Heðin Mortensen nú hann trúfast hevur tænt føroysku ítróttini sum ÍSF-forseti í 25 ár.
Hjartaliga tillukku og nógv góðynski fyri framtíðina.