Ísland, ið Føroyar júst hava spælt venjingardyst ímóti í høllini við Tjarnir er í innleiðandi HM-bólki C, ið spælir sínar dystir í Stuttgart í Týsklandi.
Millum mótstøðuliðini hjá íslendingum eru týsku vertirnir, so fyrsti dysturin móti Týsklandi í morgin klokkan 17 verður ein rimmar uppliving.
Megna Føroyar minst eitt triðja pláss í HM-bólki D, so skulu okkara spæla millumspælsdystir í júst Stuttgart.
Leikskráin:
Bólkur C, Stuttgart, Týskland:
26. november:
Týskland – Ísland, kl. 17.
Serbia – Uruguay, kl. 19.30.
28. november:
Uruguay – Týskland, kl. 17.
Serbia – Ísland, kl. 19.30.
30. november:
Ísland – Uruguay, kl. 14.30.
Týskland – Serbia, kl. 17.










