250.000 laksar kvaldust

Mánadagin doyðu meiri enn 250.000 laksar eftir nøkrum fáum tímun í einari alistøð við Kvaløya í Norðurnoregi. Orsøkin var, at óvanliga nógv sild var komin inn á fjørðin, og tað gjørdi, at súrevnið í sjónum minkaði nógv eftir stuttari tíð.

-Súrevnisinnihaldið í sjónum minkaði úr millum 80 og 90 prosentum niður í góð 30 prosent. Við einum ekkoloddi sóu vit, at sildin stóð tøtt frá botni og einar 35 favnar upp í sjógvin, sigur Terje Hansen hjá alifelagnum við blaðið Nordlys. Tað eydnaðist felagnum at leiga bátar til at pumpa tann deyða laksin upp, og á tann hátt fingu teir bjargað teimum 200.000 laksunum, sum livdu eftir.

Norsku fjølmiðlarnir siga, at tað er óvanliga nógv sild inni á firðunum á Tromsø-leiðini, og at tað hevur drigið nógvan hval inn á firðirnar.