1. januar 2007 hevði William Mortensen, vanliga nevndur Wille, á Tvøroyri 25 ára starvsdag hjá Strandferðsluni.
Er tað nakar persónur, sum hvør einasti suðuroyingur kennist við, er tað Wille Mortensen á Tvøroyri. Í samfull 25 ár hevur hann havt sína dagligu gongd á bryggjuni, har hann hevur verið avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni.
Fyrst var tað á gomlu bryggjuni á Tvøroyri, men síðani mitt í áttatiárunum hevur hann havt sína dagligu gongd á Drelnesi, har Smyril hevur havt fast kaipláss. Skjótt flytir hann aftur longur út á fjørðin, á Krambatanga, har Smyril nú hevur kaipláss, og har nýggj farmahøll verður bygd.
Hóast Wille hevur verið í starvi hjá Strandferðsluni í 25 ár, hevur hann fingist við skip pakkar, kolli og farmabrøv væl longri enn tað. Tað var longu í 1974, at hann fór í starv hjá pápa sínum, Otto Mortensen, sum hevði privata farmaavgreiðslu á Tvøroyri. Tá avgreiddu teir bæði Strandferðsluna og gamla skipafelagið Star Shipping. Seinni yvirtók Strandferðslan hesa uppgávuna, og síðani 1981 hevur Wille verið í starvi hjá Strandferðsluni.
Í øll hesi árini hevur hann syrgt fyri, at Smyril hevur verið trygt bundin við bryggju, áðrenn fólk og bilar eru sloppin í land, eins og hann hevur syrgt fyri, at Smyril verður loystur, tá ið hann skal avstað.
Harafturat hevur hann avgreitt allan tann nógva farmin, sum er komin til Tvøroyrar og er farin av Tvøroyri. Síðani Smyril gavst at sigla til Vágs, er allur farmurin til og úr Suðuroy farin ígjøgnum hendurnar á Willa. Stórar broytingar hava verið innan farmaflutning hesi árini, Wille hevur arbeitt hjá Strandferðsluni, frá tí at farmurin varð hivaður við stroppum, til í dag nú alt verður koyrt við trailarum. Eisini er alt vorðið munandi lættari við einum so framkomnum skipi sum nýggja i Smyrli.
Nú Wille hevur verið í starvi hjá Strandferðsluni í 25 ár, fekk hann eina lítla áminning um frá Strandferðsluni. Tað var Heini á Borg, deildarleiðari, ið handaði honum eina lítla gávu frá stovninum, eina klokku úr gróti við búmerkinum hjá Strandferðsluni á.
Heini takkaði Willa fyri gott samstarv og trúgva og góða tænastu hesi árini og segði m.a. at Wille er ein álitismaður, hann er kontantur og ruddiligur, og har er gott skil í øllum, hann hevur undir hond.
.