Fyri 50 árum síðani høvdur norðoyingar »fjallasmoguveitslu« í sambandið við at seinni tunnilin norður um fjall varð skotin ígjøgnum.
Dagurin 26. februar kallast Ingigerð. Axel Tórgarð skrivar í »Dagar og nøvn í álmanakkanum«, at talan kanska er um navn á franskari prinsessu, Ingardis, ið vit annars einki vita um. Navnið hevur fingið norrønan form, ið merkir tann av gudinum Ing varda.
Í 1700 var 26. februar ikki í danska kalendaranum vegna skifti til nýggjan kalendara.
Sosialurin skrivar fyri 50 árum síðani um »fjallasmoguveitslu«, sum verið hevði í Norðoyum 23. februar í 1967 – tað var í sambandi við, at síðsta skotið varð latið av til tann seinna tunnilin norð um fjall. Sóknarstýrið í Klaksvík hevði boðið gestunum til hátíðarhaldið til morgunmatar, áðrenn Petur Mohr Dam, løgmaður, læt síðsta skotið av.
Løgmaður bar fram hesa yrking:
»Yvir slætt og brattan vøll
gjøgnum øldir fótur steig.
flogið fljóta, opin fjøll
– svá er vorðin manna leið!«
Av hendingum annars, ið knýta seg at degnum, kunnu nevnast:
1658: Friðaravtala í Roskilde. Eftir at Danmark hevði bjóðað Svøríki av í kríggj árið fyri, bað Danmark nú um friðaravtalu.
1794: Kongsslottið Christiansborg í Keypmannahavn brennur. Eftir einum samdøgri brenna bæði høvuðsslottið og slotskirkjan í grund. Tað eydnast at bjarga stórum parti av tí, ið inni var, men 70-80 fólk doyggja í bjargingararbeiðinum. Kongshúskið flytir eftir eldin til tað minna og lítillætna slottið Amalienborg.
1815: Napoleon Bonaparte flýggjar úr útlegdini á Elba, fer í land í Frankaríki og setir kósina ímóti París.
1849: Danska stjórnin sigur upp vápnahvíldina við Týskland. Vápnahvíld hevði verið síðani august árið fyri. Málið hjá stjórnini er at gjøgnumføra óbýtta sambandið hjá Slesvig við Danmark.
1918: Søgunnar higartil størsta ítróttarvanlukka hendir í Hong Kong á kapprenningarbreytini hjá Jockey Club, tá eitt hágólv (tribune) dettur niður, og 604 fólk doyggja.
1936: Volkswagen letur upp sína fyrstu verksmiðju í Týsklandi.
1952: Churchill boðar frá, at Ongland hevur framleitt sína egnu kjarnorkubumbu.
1962: Hægstirættur í USA boðar frá, at øll sløg av rasuskilnaði í almennum flutningstólum eru í stríð við grundlógina.
1991: Saddam Hussein boðar frá, at allar irakskar herdeildir verða tiknar aftur úr Kuwait.
1993: Seks fólk doyggja í yvirgangsatsókn í New York í USA, tá ein bilbumba brestur í parkeringskjallaranum í World Trade Center. Víðgongdir muslimskir yvirgangsfelagsskapir fáa skuldina.
Av fólki, sum eru fødd hendan dagin, kunnu nevnast:
1416: Christoffer 3. danskur kongur
1802: Victor Hugo, franskur rithøvndur
1829: Levi Strauss, týskt-amerikanskur klædnasniðgevi.
1845: Alexander 3., russiskur zarur
1846: Buffalo Bill, amerikanskur pionerur, veiðumaður og heryvirmaður
1881: Janus Djurhuus, føroyskur yrkjari.
1920: Hilmar Baunsgaard, danskur politikari og forsætismálaráðharri.
1932: Johnny Cash, amerikanskur sangari og sangskrivari.
1954: Michael Bolton, amerikanskur sangari og sangskrivari.
1973: Ole Gunnar Solskjær, norskur fótbóltsspælari