25 ár síðani: Tríggir mans fórust í Mykinesi

Í dag eru 25 ár liðin síðani bátur við sjey monnum og 31 seyðum holvdist, og tríggir mans druknaðu

Í dag eru 25 ár liðin síðani bátur við sjey monnum og 31 seyðum holvdist, og tríggir mans druknaðu.

 

Tað var tann 14. oktober í 1991, at sjey mans við tilknýti til Mykines fóru at reka í einum hagaparti eystast á oynni.

 

Um hálvgum sekstíðina høvdu teir fingð seyðin niður í bátin í Borgargjógv og fóru at sigla vestur móti bygdini.

 

Hálvan tíma seinni fór báturin, eitt stórt fimmmannafar, at taka sjógv inn. Tá vóru teir komnir út fyri Leitistanga og royndu at sigla nærri móti landi.

 

Men tað gekk ikki meira enn bert ein lítil løta, til báturin sakk. Tá hava teir verið einar 200 metrar úr landi við Uldalsliðsfles, skamt sunnan fyri bygdina

 

Hoyrdu rópini

Tað tekur vanliga ikki meira enn millum ein hálvan og heilan tíma við opnum báti úr Borgargjógv og heim í bygdina. Tá mykinesfólk hildu, at báturin av røttum átti at verið komin leiðina fram, kom fjáltur á tey. Tey fóru út at skymast og hoyrdu tá róp sunnaneftir úr havinum. Tey  gjørdu beinanvegin vart við seg, og bátur varð flotaður við fýra monnum.

 

Tá var vorðið myrkt, men teir koma skjótt fram á bátin, teir leitaðu eftir. Hann lá tá holvdur, og fýra mans hildu seg til hansara. Hinar tríggjar menninar sóu teir einki til. Teir fýra vóru fingir innanborða, og meðan siglt var aftur móti bygdini, varð boðað frá til bjargingartænastuna.

 

Lítla løtu seinni var tyrlan Vípan komin við lækna, og vórðu menninir síðani fluttir á Landssjúkrahúsið.

 

Hildið varð síðani fram at leita eftir teimum trimum, sum enn ikki vóru komnir aftur í aftur.

 

Funnu bátin

Beint fyri klokkan níggju morgunin eftir kom útróðararbáturin Guðurn fram á bátin, sum tá rak tveir fjórðingar norðan fyri Mykines. Ein maðurhekk í bátinum.

 

Hann var deyður, tá teir kom fram á hann. Líkið varð flutt til Havnar við tyrluni hjá sjóverjuni.

 

Tjaldrið, sum var við í leitingini, tók fimmmannafarið umborð. Umframt Tjaldrið leitaðu eisini Ólavur Halgi, Hvidbjørnen og báðar tyrlurnar umframt fleiri smærri bátar.

 

Leitingin helt fram, men teir funnu ikki hinar báðar menninar. Nakrar tiljur av bátinum høvdu teir funið og allar 31 seyðirnar.

 

Teir leitaðu eisini við froskmonnum inni í gjónni við Uldalsliðsfles, har fólk av landi frammanundan vóru komin fram á ein bensindunk, sum ein av teimum saknaðu ivaleyst hevur havt í hondini, tá hann hevur roynt at svomið til lands.

 

Teir fýra, sum vórðu bjargaðir, vóru Vinjard Joensen, Pole Joensen, Dánjal Danielsen og Árni Ellingsgaard.

 

Teir vóru so mikið birgir, at teir vóru útskrivaðir av Landssjúkrahúsinum dagin eftir.

 

Góvust at leita

Í skýmingini kvøldið eftir vanlukkuna góvust teir við almennu leitingini. Tá vóru ongar vónir um at finna Eli Andresen á lívi. Maðurin, sum varð funnin deyður við bátin var Martin Danielsen úr Sørvági. Leo Hans Johannesen varð funnin eitt sindur seinni.

Kelda: Sosiaurin 16. oktober 1991