25 ár á legu fyri brekað

Avmarkingarnar eru í fyrstu atløgu sjónskari enn møguleikarnir. Men royndirnar vísa, at tað, sum í fyrstu atløgu tóktist sum avmarkingar, verður til avbjóðingar og síðani til nýggja møguleikar.

Jóannes Hansen

????
Húsið skal vera klárt at taka ímóti leguluttakarunum Dýra biðjudag. Tað hevur verið lagið í leguhúsinum í Zarepta seinastu 25 árini. Orsøkin er tann, at í Dýra biðjudags vikuskiftinum hevur lega fyri brekað verið á skránni seinastu fjórðings øldina.
Á leguni fyri brekað eru tað tey brekaðu í víðastu merking, sum eru í miðdeplinum. Tað eru tey, sum so at siga seta dagsskránna, og karmurin hjá teimum er góður. Familjan hevur møguleika at vera saman við teimum, og ein rúgva av hjálparfólkum eru hesar dagarnar í Zarepta fyri at stuðla leguluttakarunum.
Leguluttakararnir eru við til at seta dagsskránna, og teir hugna sær inni og úti og til gaman og álvara.
Umframt fyri brekaðu leguluttakarnar, so er eisini skrá fyri tey avvarðandi. Bæði saman við teimum brekaðu og fyri seg sjálvi.
Í dag og í næsta vikuskiftisblað verður okkurt tikið fram av tí, sum var á skránni, tá ið legan fyri brekað var Dýra biðjudag í ár. Hesa ferð er tað ein av teimum, sum ber brek, ið greiðir frá sínum lívi, og næstu ferð verður tað ein avvarðandi, sum fer at greiða frá, hvussu lívið hevur broytt seg og tikið nýggja vend, eftir at hon og maðurin fingu barn við breki.
Felags fyri bæði íkastini, sum vóru borin fram á leguni, og sum tað hevur verið mett eru av almennum áhuga, er, at talan er um søgur, ið kunnu stimbra tey, sum fingu tann lutin at bera brek og at vera avvarðandi hjá brekaðum, og at hetta kann vera almenninginum til kunning og lærdóm um, hvussu umstøðurnar hjá brekaðum og teirra hava verið og eru.
Á leguni hesa ferð hevði Óluva Skaale samrøðu við Kristiannu Kjærbo, sum býr og arbeiðir í Havnini, og sum hevur verið á leguni allar ferðirnar hesa fjórðingsøldina um hennara brek, og um hvussu lívið við brekinum hevur verið. Greinin her við síðuna av er skrivað út frá tí samrøðuni.