? Vit keyptu Mussi, sum kettan eitur, frá eini konu í Danmark, greiðir Mette Nygaard frá.
? Eg hevði leingi ynskt mær eina kettu, men tað skuldi ikki bara vera ein og hvør. Eg setti lýsing í bløðini um at fáa eina persarakettu, men ongin svaraði. Síðani royndi eg at leita inni á internetinum í Den Blå Avis, og har fann eg so eina. Eg ringdi til konuna beinanvegin, og hon segði, at hon hevði ikki meira enn sløkt telduna og sett lýsingina í.
Mussi noyddist ígjøgnum eina rúgvu av vaccinatiónum og ymiskum øðrum, áðrenn hon kom til Føroya. Hetta heldur Mette vera ógvuliga tvørligt, og kom hetta at kosta teimum heilar 2000 krónur eyka, so tilsamans kostaði persarakettan teimum 2500 krónur. Í Danmark kosta ektaðar persarakettur millum 2000 og 3000 krónur, men av tí, at Mussi var "brúkt", so fingu tey hana fyri bert 500 krónur.
Kettlingar við
? Tá eg tosaði við konuna, sum seldi kettuna, fortaldi hon mær, at kettan allarhelst skuldi leggja innan ikki so heilt leingi, sigur Mette. ? Og fyri umleið seks vikum síðani legði hon so seks persarakettlingar. Men tveir av teimum eru deyðir, so nú eru bara fýra eftir.
Familjan Nygaard ætlar sær sjálv at hava ein av kettlingunum. Ein svartur frensur, sum er rættiliga sjáldsamur. Annars er ætlanin at selja hinar kettlingarnar.
? Eg tosaði við konuna um, hvat persarakettlingar kosta í Danmark. Hon fortaldi mær, at teir eru rættiliga dýrir. Serliga tær trílittu honirnar, tí tær hava møguleika at leggja kettlingar í øllum litum. So okkara kettlingar koma helst at kosta millum 1500 og 2000 krónur. Ein í Hvannasundi hevur frætt, at vit hava fingið persarakettlingar, so nú eru bara tveir eftir.
Tað er eisini møguligt at fáa ættartalvu til kettlingarnar. Mussi hevur sjálv ættartalvu, men hetta kostar rættiliga nógv. Mette og Kenneth ætla at byrja at ala persarakettur, um tað vísir seg, at áhugi er fyri tí.
? Mussi hevði longu lagt tvær ferðir, áðrenn vit fingu hana, og nú er hon longu slitin. At leggja hesuferð tók hart uppá hana. Hon missir javnvágina. Vit hava verið hjá djóralækna, men eg haldi, at tað tykist sum um djóralæknin ikki hevur so stóran áhuga í húsdjórum. Og tað haldi eg, vit mangla her í Føroyum. Ein djóralækna, sum bara tekur sær av húsdjórum.
Men kettlingarnir eru ógvuliga fittir. Teir eru góðir í sær. Teir eru sjáldsamir, og ógvuliga familjuvinarligir. Børnini hjá Mette og Kenneth bera teir og spæla við teir, og tað leggja teir onki petti í. Persaraketta erannars eitt kettuslag, sum heldur seg nógv inni, og hon hevur stóran tørv á at vera saman við menniskjum. Eisini skulu persarakettur passast meira í mun til aðrar kettur. Tær skulu helst greiðast og klippast. Eisini skulu tær vaskast, men sigur Mette, at Mussi dámar ógvuliga væl at sleppa í bað. Men hevur tú børn, so er persaraketta eitt upplagt kettuslag at fáa sær.