Skálavík: - Bátaeigararnir, - teir lata væl at hesum staðnum.
- Teir siga, at tað er gott at bátarnir standa so høgt, og at tað er so lagaligt at sleppa til og frá hesum staðnum.
Tað sigur Palli Olsen, sum hevur hesa bedingina undir sær, sum ein part av sínum arbeiði fyri Skálavíkar kommunu.
Vanliga verða einir 25 bátar tiknir upp á bedingina um árið - onkutíð fleiri, og onkutíð færri.
- Flestu bátarnir er her eina ferð um árið. Ja, vit hava fleiri stammkundar, sigur hann.
Her ella aðrastaðir
Seinast í sjúti-árunum avgjørdi bygdarráðið í Skálavík at broyta bátadráttin soleiðis, at bátaeigararnir í bygdini kundu fáa betri umstøður soleiðis at meiri varð at líkna við eina lítla beding.
Ein vognur varð gjørdur, og kundi hesin taka upp smærri útróðrarbátar 10 tonsarar og seksæringar.
Hetta varð gjørt fyri at lætta um hjá bátunum í bygdini. Var hesin møguleikin ikki tøkur, vóru teir noyddir at fara aðrastaðni við bátunum kanska heilt inn á Strendur.
Hetta var tikið væl undir av útróðrarmonnunum í bygdini, og í restini av oynni eisini.
- Ja, tað er eisini komið fyri, at bátar aðrastaðni frá eru komnir higar, sigur Palli.
Bátarnir koma ofta líkasum í bylgjum, og serliga uppundir harðan streym
Lagaligir
Kostnaðurin fyri eitt uppihald á bedingini í Skálavík er sera rímiligur einans 1000 kr. fyri tveir dagar. Tá er lán av trýstspulara íroknað prísin.
Kommunan er eisini lagalig, tí menn skulu eisini hava møguleika at mála bátin. Er sjaskveður, og teir ikki fáa málað, so er kommunan til at tosa við.
- Annars so taka vit 200 kr. eyka um dagin, um báturin stendur longri enn ásett.
- Hetta er gjørt fyri at menn ikki skulu brúka hetta plássið sum eitt parkeringspláss fyri bátar sínar, sigur Palli.










