arbeitt á flestu miðlum í Føroyum og var eisini partur av Tíðindastovuni á Christiansborg. Flestu minnast teg helst frá ótroyttiliga dekninginum, tá fullveldissamráðingarnar koyrdu uppá tað harðasta á Chr [...] var valdur á Fólkating í 2007, og tú komst at arbeiða á skrivstovuni hjá mær. Vit funnu beinanvegin stevið, og okkara arbeiði er væl skjalprógvað í bókini tú skrivaði um tíðina, Okkara maður á Christiansborg [...] vart tú skjótur inni á Christiansborg aftur. Tað er løgið at hugsa sær, at tú vart við til setanarorðaskiftið á Fólkatingi í oktober – og nú endaorðaskiftið er í dag, ert tú ikki longur okkara millum. Fa
saman, ja, eg veit nógvar góðar søgur. Tað kundi fylt eina tjúkka bók. Saman hava vit stríðst á sjónum, hvussu vit á landi klandaðust um gentur og blakaðu við brosmum, ella sum tú kallaði tær, springbóltar [...] gummifiskar. Tá tú stóð blóðreyður í høvdinum við krivjingarpavnin umborð á Polarstjørnuni, tá var tú ikki blíður og tað hjálpti ikki upp á støðuna, at eg stóð og flenti. Tað er bert ein av mongum sjónum, ið [...] er at hugsa um, at tú ikki er millum okkum longur. Má bert royna at hugsa, at tú hevur tað nógvar ferðir betur, har tú er nú, enn tú nakrantíð hevði tað her á foldum. Ja, Margar góði, hjarta mítt grætur
gjørdi Jákup. Í 1958 byrjaði Jákup at arbeiða í handlinum hjá Kjølbro á Varpinum, og miðskeiðis í 1960-unum fór hann at arbeiða á skrivstovuni. Tá livdi gamli Kjølbro enn, og hann var nevndarformaður [...] sum eisini setti sín dám á jarðarferðina. Hann kendi ótrúliga nógv fólk, eisini uttanlands. Og hetta vóru ikki bara fiskivinnufólk. Hann plagdi saman við Borgarhjørt at vera á bóndagarðsferiu í Danmark [...] hann til Føroya at vitja Jákup. Tað var gott lag á monnum, at Jákup helt við danan, at nú mátti hann koma aftur í heyst í gullbrúdleyp. Jákup hevði gott mót til tað síðsta, hóast vónirnar vóru vánaligar
vórðu alt ov fáar, vit vóru saman, hava fest seg í sinnið og minnið. Antin tað var á blaðnum, heima við hús ella á seiðabergi á Argjum saman við Ruth og Eyðuni. Ja, lítlu Ruth var tú góður við. Hóast árini [...] ikki ein skjót og kortini vælumhugsað viðmerking, so vóru tað nakrar strikur á einum pappíri, á einum sigarettpakka ella á einum lepa av onkrum slag, sum krystallklárt søgdu frá, hvat nú bilgdist innan [...] gloppaði dyrnar inn til skrivstovu mína á Argjum - við kaffikoppinum í aðrari hondini og ballinum í hinari. Forvitin sum altíð, men eisini tí tú hevði okkurt upp á hjartað. Og úr lummanum kom ein diskur
túrarnar á útróðri við beiggjanum, ella túrarnar við sílatráðuni í Ósanum ella á vøtnunum. Síðstu árini iðraði hann seg tó mangan um, at túrarnir á floti og við tráðuni ikki vóru so nógvir longur. At Helgi [...] at vitja mammuna, familju og tínar gomlu starvsfelagar á deildini á Tvøroyri. Tá Helgi fór suður at vitja, var tað ikki fyri at slappa av. Á Tvøroyri dámdi honum væl at taka fatt hjá mammuni og familjuni [...] skuldi verða síðsta løtan, vit høvdu saman á deildini. Slíkt er ein ongantíð fyrireikaður uppá, og rakti tað okkum sera hart. Helgi byrjaði í læru í Føroya Banka á Tvøroyri í 1987. Eftir at hava roynt at
hugstoytt hjá henni, tá nógv av hesum fólkum, ið hon kom í samband við á Hotel Tórshavn, knappliga ikki vóru ímillum okkum longur. Tá hon hevði roynt allar viðgerðir móti krabbameini, og tað vísti seg [...] var hon eisini fús at vera við í royndarviðgerð. Hóast hon ikki fekk nakra nyttu av tí sjálv, so helt hon, at tað seinni kundi verða øðrum at gagni. Øll hesi árini var systkinabarnið Malena við henni [...] ikki fyri einki. Hon bant turrikløð við holfaldi til alla familjuna, bæði í Danmark og Týsklandi og helt fyri, tá hon bant tað seinasta, at ikki var vist, at hon náddi at fáa tað liðugt. Eitt hava vit allar
“eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir” rennir okkum í hug. Lítið varnaðist tað okkum, at Dánjal ikki er millum okkara longur. Dánjal byrjaði sum húsavørður í Høllini á Hálsi fyrst í [...] í øldini. Sum fráleið gjørdist hann leiðari á Ítróttarannleggum og umsat allar hallir og vøllir í kommununi. Eitt sera stórt og umfatandi arbeiðsøki við nógvum starvsfólkum og brúkarum. Allir hesir brúkarar [...] brúkarar vildu hava sítt, øll kendu Dánjal, og nærlagdur sum hann var, tók hann nógv á seg og megnaði altíð at finna loysnir. “Ikki stemplað” stendur í klokkuskipanini hjá Tórshavnar kommunu í morgun útfyri
vóru tey av døtrunum í heimaseymaðum kjólum, tá ið Ingrid Drotning á vitjan á Tvøroyri í 1959, steðgaði øllum fylginum á veg niðan á sjúkrahúsið frammanfyri abbanum og segði: “Er de tvillinger? Nej, hvor [...] hugsi mangan aftur á løtur saman við ommuni á vitjan hjá bæði Bogguni og Hannommuni, har eg slapp at sita á køksborðinum og fáa eitt sindur burturav sagovellinginum við kanelsukri á. Bæði abbin og omman [...] innkeypskurvini, ið hekk framman á bilinum. Hon var enntá so viljasterk, at hon seymaði á seymimaskinu; hálaði toyið ígjøgnum maskinuna við vinstru hond og helt fast á hinum toyendanum við tonnunum
etablera seg. - Øll tíðin fór við at finna okkum til rættis á bústaðarmarknaðinum og á nýggju arbeiðsplássunum. Í dag er alt hetta komið upp á pláss, so vit hava góða tíð til at njóta didduna, sigur hann [...] verið seinur upp á tað, sigur hann og flennir, men leggur álvarsligari afturat, at tá hann gjørdist pápi í 40unum, koyrdi lívsprojektið við fullari ferð, og tí noyddist hann at steðga á. - Síðstu fimm árini [...] tvíburar vóru á veg, avtalaðu tey beinanvegin, at tey skuldu geva pláss fyri teimum í lívinum. Millum annað við at geva sær góðar stundir til at vera foreldur. - Tað kom sjálvandi óvæntað á okkum, men vit
an verið á einum sjúkrahúsi og á einum øðrum barnaheimi. Tey bæði kunnu bara ímynda sær, hvussu ofta Karin er vorðin vónbrotin, tá tey, hon hevði knýtt seg at, knappliga ikki vóru har longur, og ræðslan [...] tey fingu á barnaheiminum. Mjólkargreyturin kom ongantíð aftur á borðið, og so var alt í lagi. Uppá sama máta við trygdarbeltinum í bilinum, sum minti hana um, at verða bundin í songina á barnaheiminum [...] henni, og tey máttu eisini ansa eftir ikki at lata ov nógv ymisk fólk koma á vitjan. Tað kundi jú væl hugsast, at Karin helt, at tey vóru komin at taka hana. Nú er Karin minst líka trygg við síni nærmastu