Til minnis um Dánjal Samuelsen

Tað er við stórari sorg, at vit gera kunnigt, at okkara góði vinur, Dánjal Samuelsen, brádliga er tikin frá okkum. Orðatakið “eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir” rennir okkum í hug. Lítið varnaðist tað okkum, at Dánjal ikki er millum okkara longur.

 

Dánjal byrjaði sum húsavørður í Høllini á Hálsi fyrst í øldini. Sum fráleið gjørdist hann leiðari á Ítróttarannleggum og umsat allar hallir og vøllir í kommununi. Eitt sera stórt og umfatandi arbeiðsøki við nógvum starvsfólkum og brúkarum. Allir hesir brúkarar vildu hava sítt, øll kendu Dánjal, og nærlagdur sum hann var, tók hann nógv á seg og megnaði altíð at finna loysnir.

 

“Ikki stemplað” stendur í klokkuskipanini hjá Tórshavnar kommunu í morgun útfyri hjá Dánjali Samuelsen. Heilt ónátúrligt, tá ein hugsar um, at júst Dánjal altíð var tøkur, um tað so var jólaaftan ella páskadag. Hann var altíð til taks, hann umsat eitt ómetaliga stórt arbeiðsøki og var helst tann í kommununi, sum hevði beinleiðis samband við flest brúkarar.

 

Áður var Ítróttaranlegg skipað í tveimum - vøllir íroknað Tórsbreyt og Tórsvøll, og so ítróttahallirnar íroknað Fimi, har Dánjal var leiðari á hallum. Fyri 5-6 árum síðan varð hetta lagt saman undir hansara leiðslu. Samstundis er økið vaksið nógv við teim nýggju hallunum - eisini í skúlunum - og Hoyvíksvølli. Har eru umleið 20 ársverk. Øll ítróttarfólk kendu Dánjal. Flestu onnur kendu hann eisini, tí Høllin á Hálsi er ein mentanardepil, og altíð sást hann til ymisku tiltøkini í høllini.

 

Í tílíkum starvi er trupult at vera øllum til vildar. Men um tað var torført, fann Dánjal altíð loysnir, hóast uppgávurnar vóru nógvar og fløktar. Dánjal helt ein høgan standard og fór væl um kommununar ognir. Hann var í øllum ein álitismaður, trúfastur og vitugur, ein góður starvsfelagi og ein góður vinmaður. Onki merkti hann meira enn ídni og arbeiðssemi.

 

Skjótt er Harranum um, verður sagt. Fróur og fegin til arbeiðis á morgni og burtur seinnapartin. Skelkurin er stórur. Saknurin er ómetaligur og vit drýpa høvur í sorg og samkenslu við tykkum Katrin, børnunum Arndis, John, Petur og Sissal og øllum tykkarra. Máttu tit funnið onkran ugga í, at vit øll inniliga syrgja við tykkum. 

 

Vit starvsfólk í kommununi fara stórliga at sakna Dánjal. Friður verið við minninum um starvsfelaga og vinmann okkara, Dánjal Samuelsen.

 

Heðin Mortensen

 

borgarstjóri