Til minnis um John Smith

Alt ov tíðliga fórt tú - frá tínum nærmastu - men ikki minst frá tínum gerningi - teimum so mongu uppgávum, sum tú setti tær fyri at umrøða, viðgera og loysa, og sum tú gavst alt títt lív. Mær untist tíanbetur at kenna teg hesi seinastu árini, og hevur títt heita og inniliga hjarta og títt so góða høvd havt stóran týdning fyri meg

Tú vart nakað serligt. Ein einari millum 45.000 føroyingar. Og so var tú bara so øgiliga nógv. Tú fylti nógv, men samtíðis so lítið. Tú var eitt so livandi menniskja samtíðis sum tú eisini var so afturlatin og dapur, tigandi og hugsandi. Nærum einki tú segði ella gjørdi hevði sín uppruna í tilvildini. Alt var so væl umhugsað, úttonkt. Tú kundi gruna leingi um stór sum smá mál - til so brádliga við sjáldsama fáum og ótrúliga beinraknum orðum at "sláa" til. Og orð tíni kundu koma sum snarljós frá opnum himni. Føldi tú, at mál, sum tú metti høgt og stríddist fyri, ongan góðan áttu ella vórðu illa handfarin, breyt tú um um armar og fór til verka.

Ja mestum tá eingin roknaði við tí, hevði tú eitt svar. Hetta kundi oftani vera so mikið væl undirbygt og gjøgnumhugsað, at mong høvdu ikki tol ella evni at fylgja tær. Var tað sakin, sum skuldi verjast, so eirdi tú hvørki teg sjálvan ella onnur. Tú góðtók bara fornuftig og relevant argument. Líka til sakina - heilt inn at kjarnuni. Einki uttanumtos. Soleiðis var tú í tínum gerandisdegi - í heimi tínum, á kjakfundum, í blaðgreinum, ja alla staðni, har tú vart. Til dystin fús at verja og undirbyggja eina góða søk.

Nú eg siti og skrivi hesi fátæku orð til tín og um teg John, renna mær til hugs mong góð minni. Júst tí, at tú var ein so stór persónligheit og so evnaríkur, standa hesi minni so klár. Minnist títt spyrjandi og fryntliga, men samtíðis avgjørda brá, tá tú so stillførur, nærum ljóðleysur, gloppaði dyrnar inn til skrivstovu mína á Argjum - við kaffikoppinum í aðrari hondini og ballinum í hinari. Forvitin sum altíð, men eisini tí tú hevði okkurt upp á hjartað. Og úr lummanum kom ein diskur við ikki bert eini, men fleiri háaktuellum greinum, oftast viðmerkingum til dagsins mál. Áðrenn onnur so dánt høvdu sodnað seinastu tíðindini í útvarpinum, var tú longu klárur við viðmerkingini.

John kundi vera sera drúgvur, ómetaliga drúgvur, tá hann fór í gongd, so nógv hann hevði upp á hjartað. Men tey, ið høvdu og góvu sær stundir at lurta ella bara vera saman við hesum framúrskarandi menniskjanum, fingu tað so eisini afturlønt andaliga og hugsjónarliga.

Tað er ikki lætt at skula siga einum av sínum góðu vinum farvæl á henda hátt. Tað kenst so løgið at skula brúka júst skrivaða orðið til at takka tær John fyri alt tað, tú var og gav. Nettup hetta at skula brúka tað kynstrið - tað amboðið ella vápnið - sum fáur dugdi betur at handfara enn júst tú til at fagna lívinum og tí góða - til at siga tær farvæl, kenst so mótsigandi, so tómt og so undarligt.

Hóast stórur aldursmunur var millum okkum báðar, so kendi eg teg John sum ein einastandandi vin, ja næstan sum ein bróður. Tær mongu løturnar, sum tó vórðu alt ov fáar, vit vóru saman, hava fest seg í sinnið og minnið. Antin tað var á blaðnum, heima við hús ella á seiðabergi á Argjum saman við Ruth og Eyðuni. Ja, lítlu Ruth var tú góður við. Hóast árini tit vóru saman vóru fá, so ivist eg ikki í, at tú manst hava lagt nógv gott í hana.

Tað var bara ein John Smith og vil altíð bara vera ein John Smith. Ein tjóð fostrar bert fá slík menniskju - við so mongum eginleikum. Flogvit, geni, multikunstnari, rithøvundi, handverkari, debatørur, samfelagsrevsari - men kanska var hann mest av øllum eitt ómetaliga inniligt, fínt og kensluligt menniskja.

Hann var alla tíðina framman fyri sína tíð, og hetta gjørdi, at tað var ikki so lætt at vera John. Vit onnur megnaðu ikki at fylgja honum nóg væl og liva upp til tær í hansara hugaheimi sjálvsøgdu og einføldu loysnir.

John fer altíð at verða mintur fyri sínar klóku, bersøgnu, beinraknu og poetisku greinar. Trupulleikin og sorgarleikurin í hesum var, at John fekk ikki tað feedback - ta móttøku - respons - aftursvar, ið hann hevði uppiborið. Ella kanska var alt sagt, tá hann hevði talað! Meira var ikki at siga um tað.

Tað var kanska heldur ikki so lætt at vera tann, sum John hevði peikað út sum "offur" í almenna tjakinum, tí við svørðborandi orðum megnaði hann bæði at avmontera og lata "offurið" úr. Argument og aftur argument. Hetta var lóðurið, John brúkti, tá hann fór upp á barrikadurnar at verja fiskastovnar og fiskimenn, ið brúktu rætta reiðskapin og hagreiðingina.

John átti sjáldsomu gávurnar at kunna gjøgnumskoða tingini betur enn nakar. Setti hann sær nakað fyri, so var tað 110%. Hann gloymdi seg og alt - bert tann aktuella sakin týddi nakað. Og tað, sum kom burtur úr tankavirkseminum, vóru plettskot - ideir - tankar og hugskot og ítøkiligar ætlanir - sett í relatión og í rætta samanhang til alt tað, sum hann metti sum tað mest fundamentala - grundleggjandi - í mannalívinum, nevniliga burðardygg veiða - at troyta náttúrutilfeingi skynsamliga.

Hann var so nærlagdur og so lynandi intelligentur, at tað var altíð ein fragd at hoyra og lesa tað, hann hevði at siga um so gott sum øll lívsins viðurskifti. Ein lítil filosoffur búði í hesum lágvaksna manninum. Hvør man hava vundið so nógv úr síni sál - sínum heila - sum var til frama fyri tað besta í samfelagnum - sum júst John! Hann hevði nevniliga fatur á lívsins kjarnu: hvussu vit eiga at húsast við tí tilfeingi, sum Skaparin gav. Og hvussu vit kunnu liva í sátt og semju uttan hykl og fundamentalismu og eirindaleysa tráan eftir mammon.

Nógv kann sigast um avrikini hjá John gjøgnum árini frá vala línuskipunum, hann teknaði og bygdi - til tey fiskivinnupolitisku uppskotini, hann legði fyri almenningin fram til deyða sín. Tað fari eg at lata onnur, sum hava betri skil fyri, røða um. Tøkk til tín Høgna Hoydal, fyri ta so framúrskarandi minnisgrein, tú hevði í bløðunum um John. Orðini eru ein vakur varði yvir minnið um John Smith.

Tað er eingin loyna millum fiskimenn, at skipini, John teknaði á sinni, hava roynst okkum tey frægastu yvirhøvur. Og her var ikki talan um tilvild ella løtuverk. Allir smálutir vórðu vendir aftur og aftur - og alt, sum gjørt varð, hevði sína orsøk. Alt var funktionelt og rationelt.

John Smith eigur at fáa eitt heiðurspláss í okkara vinnupolitisku søgu fyri tað, hann hevur avrikað, sagt og skrivað. Vit minnast oftani teir, sum stóðu á brúnni og fiskaðu væl, teir, sum áttu skipini. Vit hava lyndi til at gloyma teir, ið skaptu fortreytirnar. At byggja sjógóð skip var so eitt. Men fyri John var tað avgerandi, at skipið var eitt gott arbeiðspláss. Haraftrat var tað eisini altavgerandi, at tað tilfeingi, sum okkum varð litið í hendi at umsita, var umsitið væl. At reiðskapurin var tann rætti. Og hagreiðingin av fiskinum var eins týðandi sum at hava eitt gott fiskifar og eitt gott arbeiðspláss.

Tá ið nevnt verður hetta at umsita virðini rætt og væl, so kemur mær til hugs gamla Seattle høvding og røðu hansara til amerikanska forsetan. Hetta var eisini nakað, John kundi tríva í, tá hann vildi minna okkum á týdningin, óspilta náttúran og skynsom troytan av tilfeinginum hava. Seattle minti hvíta mannin, sum tók jørð hansara, á at fara væl um hana og alt livandi, tí vit høvdu hana bert til láns frá okkara eftirkomarum. Tað var júst hesum setningi, John royndi at liva eftir og royndi at fáa okkum onnur at fata og virða. Tí stríddist hann fyri tí besta veiðiháttinum, veiðufarinum, hagreiðingini osfr.

Nú litið verður aftureftir og tú veruliga gevur tær far um tað, sum John hevur avrikað, so er tað so ótrúliga nógv, og hetta røkkur so víða. Tað er líkasum, at samtíðis sum John hevur arbeitt í smálutum, so hevur hann havt ta komplettu og ideellu heildina sum høvuðsmál.

Vit eiga ikki at gloyma, at John heilar tvær reisir varð innstillaður til norðurlendsku umhvørvisvirðislønina, og tað er heldur eingin loyna, at tað var um reppið, at hann vann henda heiður.

Hóast tað hvørki vóru virðislønir, heiður ella lættir og skjóttvunnir pengar, ið vóru fremst í huganum á John, so veit eg, at tað hevði komið væl við at fingið norðurlendsku umhvørvisvirðislønina. Í sínum lítillætni var hann spentur. Tað hevði eisini verið ein viðurkenning og virðing av øllum tí, sum hesin maður stóð fyri - øllum tí, sum bilgdist innan í honum, og sum sást aftur í eini burðardyggari - sunnari - menning av vinnuni.

Tað var so hugaligt, so spennandi og gevandi at vera saman við John, tí hann hevði oftani okkurt nýtt at lata frá sær - var tað ikki ein skjót og kortini vælumhugsað viðmerking, so vóru tað nakrar strikur á einum pappíri, á einum sigarettpakka ella á einum lepa av onkrum slag, sum krystallklárt søgdu frá, hvat nú bilgdist innan í John. Altíð livandi, fornýggjandi og skapandi. Altíð kontantur og ærligur. Og ikki minst - perfektionistur í øllum lívsins lutum. Treiskari enn nakar.

John var eygleiðarin sum fáur, og hann hevði so eisini gávurnar at disikera - sundurliða - tað, sum varð sagt og gjørt. Altíð eitt svar til reiðar, og oftast við fáum orðum, sum raktu so væl og meint. Tey kundu vera eins hvøss og tann best brýnda knívseggin.

Fyri ikki at tosa um hansara mongu greinar í Sosialinum. Eg havi verið so mikið heppin at vera tann, sum í mongum førum tók ímóti og fínpussaði greinarnar hjá John, ikki í meiningunum men meira við at leggja okkurt gloymt ð aftrat ella draga okkurt frá. Slíkar løtur kundu vera strævnar, tí John var so engageraður, at hann vildi hava so nógv við. Og so hendi tað ikki so sjáldan, at hann vildi hava greinina heimaftur við fyri at fáa okkurt týdningarmikið við aftrat.

Í dag kann man so spyrja, hví so fá góvu sær far um tað, John skrivaði og førdi fram! Ella kanska vóru hesi ikki so fá kortini. Tí hvussu oftani hoyrdi tú ikki fólk tosa um vælskrivaðu og rámandi greinar hansara! Jú víst fekk John nógv av skafti einsamallur og saman við góðum fólkum. Hinvegin vildi hann so nógv, og í dag liggja mong ítøkilig uppskot og enntá verkætlanir eftir hann, sum bara bíða eftir at verða settar í verk. Her skuldi tí verið nokk at tikið av hjá bæði vinnulívi og politikarum.

Alt sítt lív virkaði John fyri hesum eina: hvussu kundi hann fáa føroyingar at troyta livandi tilfeingið rætt og harvið eisini vera ein fyrimynd fyri onnur! Esther í bakborð og Fugltúgvan í stýriborð! Hetta var jú genialt - og so lívsjáttandi. Eftir at hava hoyrt henda mannin aftur og aftur tosa um rætta reiðsskapin, rætta skipið, røttu hagreiðingina, kundi tú loksins síggja, at her var ein reyður tráður gjøgnum alt tað, sum John segði og greiddi úr hondum. Setti tú allar hesar einstøkur lutir saman, so fekst tú eina logiska heild, hana, sum skuldi føða og menna Føroyar í alla framtíð.

Eitt tað seinasta, John legði úr hondum, var nettup tann geniala og varandi fiskivinnuloysnin, sum umframt at fara væl um fiskastovnarnar eisini gav okkum størstu úrtøkuna úr sama fiski. Eg skal ikki fara út í smálutir við hesum, men bert vísa á, at við slíkari loysn hevði møguliga borið til at varðveitt búsetingina kring landið, umframt at hon hevði havt so stóra virðisøking við sær, at vit høvdu kunnað verið bæði blokk og olju fyriuttan. Tað var reyði tráðurin í lívsverki Johns. At vit føroyingar við skynsamari troytan og røttu hagreiðing av fiskinum høvdu kunnað verið eitt ríkt samfelag langt inn í framtíðina.

John Smith vísti eisini samfelagsligum viðurskiftum stóran áhuga. Hann var javnaðarmaður alt sítt lív. Men hann var ímóti fundamentalistum og rætttrúgvandi, antin hetta so var innan fyri politisku flokkarnar ella innan kirkju- ella samkomugátt. Hann helt lítið um tey, sum tóku sær patent upp á sannleika ella ævinleikan. Og tey, sum bara hugsaðu um pening og profitt. Hann var verkamannavinurin.

Hann var demokratur og virdi tey grundleggjandi mannarættindini. Og hansara sjónarringur rakk longur enn til bert hesar oyggjar, sum hann annars var so góður við og halgaði alt sítt lív. Heima í køkinum fylgdi hann tíðindunum og sendingunum í BBC frá morgni til kvølds. Var okkurt serligt, sum hann helt vinmannin á Norðasta Horni hava áhuga fyri, ringdi hann og segði frá - og øvugt. Hetta var partur av okkara vinskapi.

Tað er ikki so langt síðani, at Tórmóður Dahl fór. Hann og John vóru ikki sørt meinlíkir á ávísum økjum, hóast eg ikki skal samanbera teir, so ymiskir teir annars vóru. Men hesir báðir - sum báðir búleikaðust í sama umhvørvi við Sandá - áttu henda so sjáldsama eginleikan at kunna seta tingini í relieff og upp á pláss - uttan uttanumtos. Báðir vórðu teir kritiskir og um somu tíð konstruktivir í tí samfelag, teir vuksu upp í. Báðir vóru teir samfelagsdebatørar av Guds náði og høvdu ein fínan og hvassan penn. Báðir kundu teir eisini vera uppfarandi og ótolnir - bersøgnir og náðileysir móti "ofrum" sínum. Hvørgin teirra hevði hetta við at pakka tingini inn.

Tøkk til Marjuna Bæk, fyri frálíku prædikuna til jarðarferðina hjá John. Tøkk fyri tíni orð, sum eg veit, at John hevði virðismett nógv. Eg veit eisini, at John helt nógv av tær sum presti, tí tú so oftani tók fram somu virði, ið John virðismetti so høgt: ærligheit, toleransu, rættvísi og reiðiligheit.

Vit á Sosialinum hava eisini nógv at takka John fyri. Eitt skifti var hann nærum húsfólk hjá okkum. Altíð høviskur og siðiligur og uppbyggjandi. Men so sanniliga eisini bersøgin og avgjørdur. Var tað okkurt praktiskt, sum skuldi gerast, so hevði John ein fingur við. Eitt nú tá litir skuldu veljast at prýða og hugna um í blaðhúsinum, so var John maðurin.

John gloymdi seg sjálvan fyri at tæna sakini, hvør hon enn var. Antin talan var um at tetta ein leka í krananum ella tað var at leggja fram eina fiskivinnupolitiska ætlan so var John maðurin - og hann fór til verka við lív og sál. Fyri tína og mína skyld. Fyri Føroya skyld.

John var øðrvísi enn flest onnur, nettup tí hann átti so stórar gávur. Hann var listamaður, teinkjari, kveikjari og eisini tann praktiski maðurin, ið fekk tingini at koyra, antin tað var motorurin á Tummasi Nygaard ella uppvaskimaskinan í Garðstúni. Meðan fólk flest eru so fastlæst í dagligu rutinuni dag inn og dag út - har alt verður endurtikið og endurtikið - so var John øðrvísi. Hann vildi nakað nýtt - nakað betri. Var hann ikki nøgdur við støðuna, so vildi hann geva alt fyri at broyta hana til tað betra. Og evnini til tess hevði hann. Hann var sum ein lívsvís-dómsbók, sum heldur enn at endurtaka seg, kveikti nýtt lív - gav nýggj svar upp á spurningarnar.

Tað nívir mong og eisini undirritaða, at John ikki er millum okkum longur. Eg eri tó glaður um at hava kent hetta deiliga menniskja. John góði - tú manst teljast millum tey mest fíntfølandi og ediligu menniskju, sum hetta land hevur fostrað.

Vinmaður tín Jan