Góði Margar, tungt er at sita her og skula skriva nøkur orð um teg. Tað kennist so óveruligt, at tú ikki er millum okkum longur. Dugi ikki rættiliga at skilja tað, at eg ongantíð aftur skal uppliva títt selskap í hesum lívi.
Hvat skal eg skriva, hvussu nógv skal eg skriva. Síðan fyrstu ferð, eg møtti tær fyri einum tjúgu árum síðan, hava vit báðir upplivað nógv saman, ja, eg veit nógvar góðar søgur. Tað kundi fylt eina tjúkka bók. Saman hava vit stríðst á sjónum, hvussu vit á landi klandaðust um gentur og blakaðu við brosmum, ella sum tú kallaði tær, springbóltar, forbannaðir gummifiskar. Tá tú stóð blóðreyður í høvdinum við krivjingarpavnin umborð á Polarstjørnuni, tá var tú ikki blíður og tað hjálpti ikki upp á støðuna, at eg stóð og flenti. Tað er bert ein av mongum sjónum, ið eg aldri fari at gloyma. Nei, mangan hava vit flent at tí. Tað var sum oftast eg, sum flenti, tí var tað nakað, tær ikki dámdi, ja so var tað gummifiskar, og tú helt ikki, at tað var nakað at flenna at.
Altíð hevur okkum dámað væl at gera løgin ting, sum hina ferðina, tá ið vit fóru í býin klokkan nýggju um morgunin stutt fyri jól fyri einum tíggju árum síðani. Ein posa av karamellum í part og eina nissuhúgvu á høvdinum, og so gingu vit runt og ynsktu fólki eini gleðilig jól og bjóðaðu karamellur. Seinni pyntaðu vit jólatræ og sungu Gleðilig jól so hart, sum vit kláraðu tað. Tað vóru eini jól, sum eg aldri fari at gloyma.
Hvat við hini ferðini, tá ið vit fóru at gera bollasuppu heima hjá vermammu tíni. Vit fóru í holt við at vaska upp, meðan vit bíðaðu eftir suppuni, og einar tveir ella tríggjar tímar seinni høvdu vit vaskað alt húsið. Tá var vermamman glað og suppan køld.
Eg kann blíva við at skriva um ting, um vit hava gjørt saman, men eg haldi eg skal skriva eitt sindur um teg. Tú er tað einasta menniskja, ið eg veit um, sum hevur fingið bót fyri at blíva yvirkoyrdur á eini gongubreyt, verið meira enn fimmhundrað ferðir í fullubrummuni og álíkavæl kundi flenna at tí. Tú var ein fittur drongur, og eg veit, at tað vóru nógv, ið vóru góð við teg.
Ja, tað fer at verða tómt uttan teg og saknurin er stórur. Tað følist sum hevur onkur bitið eitt stórt petti av mínum hjarta. Tungt er at hugsa um, at tú ikki er millum okkum longur. Má bert royna at hugsa, at tú hevur tað nógvar ferðir betur, har tú er nú, enn tú nakrantíð hevði tað her á foldum.
Ja, Margar góði, hjarta mítt grætur og leingist eftir tær. Hvíl í friði. Eg elski teg.
Vinur tín, Høgni Kryll










