6 ára gamla Karin fær ikki eyguni av myndini av lítlabeiggja sínum. Hann er 1 ár, men hon hevur ongantíð sæð hann, tí hann býr á einum barnaheimi í India. Har búði Karin eisini, til hon var tvey ár, og mamma og babba komu allan vegin úr Klaksvík eftir henni. Um nakrar dagar kemur lítlibeiggi eisini við teimum heim, og Karin hevur langt síðni orðnað fyri, hvørjum kamari hann skal sova í og sagt við babba, at hann skal mála kamari blátt.
Jú, vit hava roynt hetta fyrr. Men tað merkir ikki, at vit vita akkurát, hvat vit ganga inn til, siga Anna Maria og Ingvi. Ongi børn eru líka, heldur ikki ættleidd børn. Tað er ikki altíð, alt gongur, sum tú ætlar og vónar. Tað vita øll, sum eiga børn, og tað taka vit eisini við.
Ongin uppskrift.
Anna Maria og Ingvi hava gjørt sær sínar royndir við at ættleiða og eru nú klár at royna einaferð afturat. Tey hava lært, at tað ongantíð ber til at fyrireika seg út í æsir uppá at taka ímóti einum ættleiddum barni, tí tað er ógjørligt at vita frammanundan, hvussu barnið er, og hvussu tað fer at taka ímóti sínum nýggju foreldrum. Tað finst ongin uppskrift uppá at ættleiða eitt barn, siga tey.
Og soleiðis skal tað eisini vera. Tá tú ættleiðir eitt barn, mást tú minnast til, at tað hevur eina fortíð og kemur úr einum umhvørvi, tú onki kennir til. Barnið er eitt lítið sjálvstøðugt menniskja, og tað skalt tú hava virðing fyri. Tí var tað eisini við vilja, at vit ikki settu okkum at lesa eina søgu fyri og aðra eftir um royndirnar hjá øðrum ættleiðingarforeldrum, áðrenn vit fingu Karina. Vit vildu ikki skapa okkum myndir í høvdinum av, hvussu hon fór at vera, og hvussu alt fór at ganga. Og tað hava vit heldur ikki gjørt, nú vit fara eftir soninum. Á sama hátt sum við Karini, hava vit skapað eitt pláss fyri honum í okkara hjørtum, sum hann sjálvur skal sleppa at fylla út uppá sín egna máta.
Ættleiðing ikki ein neyðloysn
Anna Maria og Ingvi brúka ikki orðið títt "egna" barn, tá tey tosa um, hvussu onnur foreldur vanliga fáa síni børn. Karin er minst líka nógv teirra egna, sum hon hevði verið, um Anna Maria sjálv hevði gingið við henni og føtt hana. Í heila tiki kemur tað okkum ongantíð til hugs at samanbera uppá handan mátan, siga tey. Karin er bara Karin, ein lítil sjálvstøðug genta, og vit elska hana treytaleyst. Har er ongin munur.
Og tó. At onkur sær øðrvísi uppá tað, varnaðust tey skjótt, tá tað gjørdist greitt, at tey ikki kundu fáa børn á vanligan hátt.
Vit fingu alt fyri eitt tilboð um ísáðing. Ongin nevndi møguleikan at ættleiða, og í dag undrist eg veruliga yvir, at eg sjálv ikki hugsaði so langt. Tað kom ivaleyst av, at tá tú fert í gongd við allar tær kanningar, hormonviðgerðir og fyri mítt viðkomandi eisini skurðviðgerðir fyri at betra møguleikan at gerast uppá vegin, snýr allur heimurin seg knappliga bara um hetta eina. Ongin í føroyska sjúkrahúsverkinum tosaði heldur um, at hetta møguliga fór at miseydnast. Tá ættleiðing umsíðir varð nevnd, var tað sum eitt slag av neyðloysn, tí allir aðrir møguleikar vóru um at vera troyttir.
Tað undrar eisini Onnu Mariu og Ingva, at ongin myndugleiki setti teimum nakran spurning um teirra hjúnaband, fíggjarligu viðurskifti ella umstøður, áðrenn ísáðingarviðgerðin byrjaði, meðan alt varð endavent, áðrenn tað kundi koma uppá tal at ættleiða. Eisini tykist tað løgið, at tú kanst fáa 3 ókeypis ísáðingarviðgerðir, meðan ættleiðing er rættiliga kostnaðarmikil í flestu førum, hóast tú fært eitt ávíst ferðaískoyti.
Sjálvandi kann hetta ongantíð gerast upp í pengum, men tað undrar meg, at myndugleikarnir raðfesta hesa báðar mátarnar at fáa børn so ymiskt. Onkursvegna fær hetta meg at hugsa um spurningin, hví vit í grundini ynskja okkum børn. Hvat telur mest? At vit síggja okkara egnu bláu eygu aftur í barninum, ella at barnið verður uppfostrað við kærleika og í umstøðum, tað kanska annars ikki hevði fingið? Eg veit væl, at hetta er ein fýrakantaður máti at seta tað upp, men tankin er áhugaverdur, heldur Anna Maria.
Minnir frá barnaheiminum
Tá Anna Maria og Ingvi fingu Karina, hevði hon frammanundan verið á einum sjúkrahúsi og á einum øðrum barnaheimi. Tey bæði kunnu bara ímynda sær, hvussu ofta Karin er vorðin vónbrotin, tá tey, hon hevði knýtt seg at, knappliga ikki vóru har longur, og ræðslan fyri at verða svikin sat framvegis í henni. Í fyrstuni var tað óhugsandi hjá Onnu Mariu at fara út og lata Ingva ansa henni, og tey máttu eisini ansa eftir ikki at lata ov nógv ymisk fólk koma á vitjan. Tað kundi jú væl hugsast, at Karin helt, at tey vóru komin at taka hana. Nú er Karin minst líka trygg við síni nærmastu, sum eitthvørt annað barn, men hon er framvegis varin við, hvønn hon knýtir seg at.
Tað var ikki altíð, at vit hugsaðu um tað beinanvegin, men nú er tað lætt at síggja, at summir av trupulleikunum týðiliga høvdu samband við upplivingar á barnaheiminum, hon kom frá. Eitt var, at vit ikki fingu hana at eta, men vit skiltu ikki, hví hon bleiv fullkomiliga hysterisk, hvørja ferð vit góvu henni eitt slag av mjólkargreyti til børn. Inntil annar av okkum kom í tankar um, at tað var maturin, tey fingu á barnaheiminum. Mjólkargreyturin kom ongantíð aftur á borðið, og so var alt í lagi. Uppá sama máta við trygdarbeltinum í bilinum, sum minti hana um, at verða bundin í songina á barnaheiminum og nógv onnur líknandi dømi.
Frá barnaheiminum var hon eisini von við, at tey eldru børnini hjálptu teimum yngru og í stóran mun máttu klára seg sjálvi. Tí hevur hon ofta lyndi til at taka yvir, tá smærri børn eru í nánd, og eg skal helst ikki koma og blanda meg uppí, tá hon letur seg í um morgunin.
Krógva onki
Beinanvegin Anna Maria og Ingvi høvdu avgjørt at ættleiða, fortaldu tey tað fyri familju og vinfólki. Tað var umráðandi fyri okkum, at Karin eisini var til í hugaheiminum hjá okkara nærmastu, áðrenn hon kom. Summi velja, onki at siga, og tað er so teirra val. Fyri okkum hevði tað verið óhugsandi og við at fortelja tað, lá tað frá byrjan nátúrliga í luftini, at Karin hevur eina fortíð, vit ikki kenna so nógv til, siga tey.
Tá tú ættleiðir eitt barn, mást tú beinanvegin gera tær greitt, hvat og nær tú ætlar at fortelja tí um sína fortíð. Vit hava avgjørt at fortelja Karini alt, men bíða helst, til hon spyr sjálv ella í hvussu er, til vit sjálvi meta, at hon er nóg búgvin til at kunna rúma tí.
Karin veit, at hon eigur eina mammu í India, sum ikki kundi hava hana. Hon spyr eftir henni, og um vit halda, at mamman í India er góð við hana. Tað einasta, vit kunnu siga, er at vit eru púra vís í, at mamma hennara elskar hana, men at vit ikki vita, hvar hon er. Tí tað vita vit ikki.
Vit hava ongantíð hugsað um at krógva nakað fyri Karini, og tað hevði heldur ikki borið til. Eg eri sannførd um, at tað bara er ein spurningur um tíð, til myrk ættleidd børn sjálvi byrja at varnast, at okkurt er, sum tað ikki er hjá flestu øðrum børnum, sigur Anna Maria. Tað var rættiliga skjótt, vit løgdu til merkis, at Karin er serliga hugtikin av fólkum við myrkum eygum. Bæði teimum, hon hittir og teimum, hon sær í sjónvarpinum. Og har má eg also siga, at sjónvarpið ávirkar børn meir, enn vit kanska halda. Tá Irakkríggið leikaði á, sløktu vit snøgt sagt sjónvarpið, tí Karin var bebbarødd fyri at síggja mammu sína onkustaðni mitt í allari neyðini.
Ert tú brún allastaðni?
Eg rokni við, at flestu ættleiðingarforeldur at myrkum børnum stúra fyri, at barnið kemur út fyri keðiligum viðmerkingum viðvíkjandi útsjóndini. Tað gjørdu vit eisini, men tað hevur stórt sæð víst seg at vera óneyðugt. So løgið tað ljóðar, eru tær keðiligu viðmerkingarnar, vit hava hoyrt, komnar frá vaksnum ella frá børnum, ið týðiliga bara endurtaka okkurt, onkur vaksin hevur sagt.
Børn hugsa ikki uppá sama máta, sum vaksin, og tí spyrja tey eisini annarleiðis og púra opið. Nú ein dagin spurdi eitt barn í barnagarðinum Karina, um hon var brún allastaðni. Karin hevði bara svarað við sínum størsta smíli og sagt, "Nei, ikki her." og peika á tenninar. Slíkt kanst tú bara smílast at og fyri alt í verðini ikki gera tað til meir, enn tað er, sigur Anna Maria.
Stórasystir
Karin sær eisini út til at hava annað at hugsa um í løtuni. Hon hevur longu spurt fleiri ferðir, um mamma og babba fara at vera líka góð við hana, nú tá lítlibeiggin kemur, og tað er jú ikki so óvanligt.
Eg síggi hetta sum eitt frálíkt høvi at vísa Karini, hvussu vit fingu hana, og hvussu spent vit vóru. Tað hevur hon neyvan veruliga kunna ímyndað sær fyrr. Hon fær eisini ein heilt nýggjan leiklut sum stórasysturin, sum skal taka væl ímóti sínum nýggja lítlabeiggja, so at hann følir seg heima her hjá okkum. Og tað er ein uppgáva, hon tekur í størsta álvara, sigur Anna Maria við einum smíli.
Ikki eitt romantiskt ævintýr
Karin hevur gjørt okkum til heimsins lukkuligastu foreldur, ongin ivi um tað. Og vit vildu ikki verið nakra løtu saman við henni fyri uttan. Men eg skal ikki romantisera ættleiðing og gera tað til eitt ljósareytt ævintýr. Tann fyrsta tíðin saman við Karini var ikki løtt, og tað vóru løtur, har eg var líka við at missa vónina um, at hetta nakrantíð fór at ganga, sigur Anna Maria.
Tað ringasta var kanska, at vit ongan høvdu at práta við. Vit vistu um onnur, sum høvdu ættleitt, men vit vistu eisini, at øll ikki vóru líka fegin um at práta um tað. So tað var ikki bara at taka telefonina og ringa og spyrja, um teirra barn eisini kundi finna uppá tað og tað. Vit vóru eisini ofta í iva, um trupulleikarnir høvdu við ættleiðingina at gera, ella um teir vóru vanligir við børnum í hasum aldrinum. Vit hava jú onki at samanbera við, siga Anna Maria og Ingvi.
Tí fegnast tey um, at stig nú eru tikin til at stovna eitt ættleiðingarfelag. Tað er hugaligt at vita, at ættleiðingarforeldur og ikki minst ommur og abbar nú fáa ein skipaðan møguleika at hitta og tosa við onnur, sum eru í somu støðu. Fyrr var ættleiðing næstan eitt dulsmál, tú helst ikki tosaði um. Tað er tað ikki longur, og tað er avgjørt gleðiligt, siga Anna Maria og Ingvi at enda.