Til minnis um Eddu Gaard

Tað fellur okkum sera tungt at skriva minningarorð um Eddu, hóast tað ikki var heilt óvæntað, at hon fór nú. Sjálvt um vit hava vitað, at hon tey seinastu næstan 14 árini var sjúk, var hon kortini so positiv, at vit illa kundu trúgva, at hon var so sjúk sum hon veruliga var.
Edda var fødd í Porkeri 13. februar 1946 og giftist við John Gaard úr Fámjin. Tey búsettust í Vági og fingu 4 børn.
Í næstan 45 ár vóru vit regluliga saman í bindiklubba og tey seinnu árini eisini nógvar góðar túrar runt í Føroyum og eisini uttanlands. Edda var sera áhugað í at síggja sum mest av Føroyum og vit vóru eisini nógva staðni, men Kalsoynna náddu vit ikki, tað var ætlanin at fara hagar komandi summar.
Edda hevði sera gott minni og sjáldsom evni at kenna fólk aftur. Hon ferðaðist niður til viðgerð, tey seinastu árini umleið aðruhvørja viku, og kom tí við sínum opna sinni og verumáta at kenna nógv fólk, og tí var tað mangan hugstoytt hjá henni, tá nógv av hesum fólkum, ið hon kom í samband við á Hotel Tórshavn, knappliga ikki vóru ímillum okkum longur.
Tá hon hevði roynt allar viðgerðir móti krabbameini, og tað vísti seg, at hon ikki kundi fáa meira hjálp, var hon eisini fús at vera við í royndarviðgerð. Hóast hon ikki fekk nakra nyttu av tí sjálv, so helt hon, at tað seinni kundi verða øðrum at gagni. Øll hesi árini var systkinabarnið Malena við henni og var tað henni til stóra hjálp og troyst.
Edda var sera familjukær og royndi so vítt sjúkan loyvdi tí at vera við til allar merkisdagar, bæði í familjuni hjá sær og hjá John.
Hon møtti trúliga upp, tá bindiklubbur var, hóast tað var greitt fyri okkum øllum, hvussu sjúk hon var. Húðin var so illa farin av viðgerðunum, at hon ofta mátti vera í hanskum, tá hon bant, men kortini sat hon ikki fyri einki. Hon bant turrikløð við holfaldi til alla familjuna, bæði í Danmark og Týsklandi og helt fyri, tá hon bant tað seinasta, at ikki var vist, at hon náddi at fáa tað liðugt. Eitt hava vit allar lært av henni: Vit hava onga orsøk til at grenja um smáting, ið vit kortini ikki kunnu gera nakað við.
Seinastu ferð, vit allar vóru saman, var stutt frammanundan jólum, tá hon hevði skipað fyri, at vit skuldu hava okkara árliga jólaborðhald, og høvdu vit eitt sera hugnaligt kvøld saman.
Nú bindiklubberin er byrjaður aftur, merkja vit rættiliga saknin, men størstur man saknurin vera hjá tykkum John, Majken, Mannbjørn, Birnu og Birgir og ikki minst hjá ommubørnunum, sum hon hevði so stóra gleði av, og tey av henni.

---------- Bindiklubburin