deildirnar í Ukraina, generalin, Sergej Surovikin, at hann í samstarvi við Wagner-herliðini skal taka avgerðir um krígsførsluna í Bakhmut. Hesi tíðindi eru tó ikki alment váttað. Tað var annars í endanum [...] ukrainska býnum, Bakhmut, sigur á Telegram í dag, at honum nú er lovað meira lóður og fleiri vápn til bardagan um býin. Bardagar hava verið í Bakhmut har eysturi í Ukraina í fleiri mánaðir, men enn hevur ikki [...] Surovikin gjørdist ovasti leiðari fyri russisku deildirnar í Ukaina. Wagner-herdeildirnar hava í fleiri mánaðir staðið á odda fyri bardøgunum í Bakhmut - uttan, at tað enn hevur eydnast teimum at taka fult
ni í høvuðsstaðnum í Argentina, Buenos Aires, havi eg í heyst sæð nógvar fótbóltsdystir og venjingar, tosað við leiðarar, venjarar og leikarar; ikki bara í bestu argentinsku deildini, men eisini í und [...] miðvallari og ein áleypari. Tíðindi, sum KÍ ber á ársins síðsta degi, er, at felagið hevur skrivað undir sáttmálar við tríggjar spælarar úr Argentina. KÍ skrivar soleiðis í dag: Eftir ætlan luttaka teir [...] Tobias Fabian Guisti, 20 ár og áleypari. Við í ferðalagnum er eisini umboðmaðurin, Walter Montillo, sum er fyrrverandi leikari og hevur nakrar A-landsdystir í sínum lívsrensli. Til uppgávuna hevur KÍ brúkt
Danmark skal liva av í framtíðini, fáa nú av álvara eina hjálpandi hond. Í nýggju avtaluni stendur, at virki, sum fáa meira enn 60 milliónir krónur í endurgjaldi fyri fastar útreiðslur í ár, ikki kunnu gjalda [...] Sørensen, aðalstjóri í DI, sigur um tíðindaskrivið, at tað er altavgerandi. – Við avtaluni í dag hava politikararnir veruliga lurtað eftir tørvinum fyri at justera hjálparpakkarnar, so teir í nógv størri mun [...] Men nú vit standa í eini heilt serligari støðu, og vit hava valt at hálpa virkum við stórum upphæddum, so halda vit, at tað er í ordan, sigur hann. Hann leggur afturat, at hann tó ivast í, um nakað virki
kommununi, staðfestir borgarstjórin Tað vóru eini brádlig og keðilig tíðindi, Portalurin bar borgarstjóranum í Runavíkar Kommunu, Magnus Rasmussen, í morgun, tá tað var greitt at skipasmiðjan á Skála letur aftur [...] rin er ikki í iva um, at virksemið har hevur havt stóra ávirkan á allan Skálafjørðin. - Taka vit inntøkurnar fyri teir fyrstu fimm mánaðirnar og rokna fram, so koma 7 milliónir at mangla í, eftir verandi [...] staðfestir borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Magnus Rasmussen. - Vit fingu at vita, at einki var at gera, og at skipasmiðjan mátti lata aftur. Tað segði Jóhannus Berthelsen, formaður í Skála Handverkarafelag
bera tíðindi, hava virðing fyri tí, sum sagt verður, segði dómarin. Myrdi fimm kvinnur Rætturin í enska býnum Ipswich hevur dømt ein 49 ára gamlan mann sekan í at hava tikið lívið av fimm skøkjum í býnum [...] Sambært rættinum drap Steve Wright tær fimm kvinnurnar í novembur og desembur í 2006. Løgreglan fann líkini uttan fyri býin. Steve Wright viðgekk í rættinum, at hann hevði kent kvinnurnar, men hann noktaði [...] blóðtynningarevnið Heparin, men í so stórum nøgdum, at sjúklingarnir fóru at bløða. Tað kom eisini fram, at hann hevði givið sjúklingunum evnið uttan at tosa við nakran lækna fyrst. Í rættinum viðgekk Peter Zelenka
merki, sum hava elvt til trupulleikar í framleiðsluni av grønu standar-fiskakassunum. Nógvar royndir eru gjørdar at stoypa merkini inn í kassarnar, men nú hevur stjórnin í Pack and Sea gjørt av at keypa útgerð [...] kassarnir við merkjum, sum kunnu siga frá um sporføri hjá fiskinum, verða klárir at taka í nýtslu í donsku havnunum í byrjanini av 2009, sigur stjórin. Kurt Madsen heldur, at samlaða talið av fiskakassum [...] verða síðan nullstillaðir aftur, tá fiskakassin fer í eina vaskimaskinu. Tað er kassafyritøkan Pack and Sea, sum stendur fyri framleiðsluni, og stjóri í felagnum er Kurt Madsen. Skannaraútgerð Felagið hevur
vikurnar. Í dag tapti EB/Streymur fyri triðju ferð á rað. At B36 vann í Gundadali eru sjálvandi serliga góð tíðindi at frætta hjá NSÍ, sum í dag ferðast til Georgia. NSÍ ferðalagið verður í Georgia seint [...] heimasigrum í dag bara eitt stig frá bronsuplássinum, sum HB er á. Við heimasigri á KÍ í gjár hevur ÍF flutt seg frá vandamikla sonuni. Skála er aftast, og B71 og B68 eru næstaftast. Eftir at KÍ tapti í Fuglafirði [...] Fuglafirði í gjár kann ikki annað sigast, enn at klaksvíkingar eisini eru í vanda fyri at flyta niður. Nú er kappingin farin í summarfrí. Næsta umfarið verður 6. august. 15. umfar Hóskvøldið NSÍ-HB 1-0 (0-0)
fáa innlit í avtaluna. Tí var tað fjølmilaetiskt av allari leið, at útvarpsmaðurin læt Ingeborg koma so mikið til orðanna um eina avtalu, hon ikki er partur í og ikki hevur fingið innlit í. Føroya Lærarafelag [...] Í Útvarpið Føroya mánakvøldið 13. juli vóru borin margháttlig tíðindi um nýggja sáttmálan og høvuðsavtaluna, sum Føroya Lærarafelag júst hevur gjørt fyri sáttmálasettu lærararnar (t.e. teir lærarar, sum [...] sum áður vórðu nevndir »vikarar« og »tímalærarar«). Tað margháttliga í hesum tíðindaflutningi á hásumri í Útvarpi Føroya var, at formaður Føroya Arbeiðarafelgs, Ingeborg Vinther, verður spurd um hesa nýggju
oljufelagið Chevron undir royndarframleiðslu (testing) í einum avmarkingarbrunni á Rosebankleiðini skamt frá føroyska markinum í bretskum øki. Longu í næsta mánað fer sama felag saman við Statoil, Dong og [...] umfatandi seismiskar kanningar føroysku megin markið í loyvi, sum feløgini fingu tilluttað í 2. útbjóðing. Hetta leitiðloyvið liggur uppat loyvinum í bretskum øki, har Chevron hevur gjørt eitt stórt oljufund [...] møguliga boring í 2008 ella 2009. Tað er norska felagið Wavefield Inseis, sum hevur fingið hesa uppgávuna, og fer eitt av skipum tess, Malene Østervold undir 2D seismisku kanningarnar í august. Chevron
sum var í Tórsgøtu í Havn har Miðlahúsið eisini hýsti fleiri konsertum, Jóansøkufestivalinum, Summar Festivalinum og Fjarðafestivalinum ein gospelfestivalur í Kelduni í Skálafirði seinanst í august. Tað [...] Tað er avgjørt áhugavert at reisa spurningin, um tíðindi verða óheft, tá fjølmiðlar og vinnulív í ov stóran mun ganga hond í hond, men samanberingar skulu valdast. Tað eru eftirhondini fleiri á síðani [...] ikki burtur í øðrum londum, har tey eisini eru frammaliga og onkuntíð vinna tónleikakappingar. Men at taka samstarvið millum bløðini og festivalarnar sum dømi um, at fjølmiðlar ganga hond í hond við vinnulig