Nýggir fiskakassar kunna um sporføri

Um fáar mánaðir fara merkir á fiskakassum at kunna siga frá um sporføri hjá fiskinum, sum er í kassunum. Her verður møguligt at fylgja fiskinum – frá tí, at hann verður veiddur og heilt út í virkisliðið

Sporføri

 

Arbeiði hjá dønum at gera felags fiskakassar hevur verið rakt av seinkingum og forðingum. Men hetta hevur samstundis gjørt, at elektronikkurin í merkjunum á kassunum, sum skal upplýsa um sporføri, er vorðin meira umfatandi og betur.

Nú ber eitt nú til at leggja upplýsingarnar um sporføri inn við einum hondskannara, og hesir upplýsingar verða síðan nullstillaðir aftur, tá fiskakassin fer í eina vaskimaskinu.

Tað er kassafyritøkan Pack and Sea, sum stendur fyri framleiðsluni, og stjóri í felagnum er Kurt Madsen.

 

Skannaraútgerð

Felagið hevur júst gjørt avtalu við tvey feløg innan danska fiskiídnaðin, Dansk Fisk og Danmarks Fiskeindustri-og Eksportforening, um nýtslu av sonevndu RFID-merkjunum, sum skipan fyri sporføri.

Tað eru eitt nú hesi merki, sum hava elvt til trupulleikar í framleiðsluni av grønu standar-fiskakassunum. Nógvar royndir eru gjørdar at stoypa merkini inn í kassarnar, men nú hevur stjórnin í Pack and Sea gjørt av at keypa útgerð, sum kann seta merkini inn í plast, sum síðan kann sveisast uttan á kassarnar.

- Hetta eru maskinur, sum vit vænta at fáa um 3-4 mánaðir, men longu nú taka vit stigið til at fáa allar havnir at fáa sær skannara-útgerð, soleiðis at tær eru klárar, tá kassarnir verða tiknir í nýtslu, sigur stjórin, Kurt Madsen.

 

Klárir í 2009

Kurt vísir á, at fiskiídnaðurin hevur gjørt avtalu um, at virkini sjálvi skulu útvega sær skannaraútgerðina.

- Vit vóna, at kassarnir við merkjum, sum kunnu siga frá um sporføri hjá fiskinum, verða klárir at taka í nýtslu í donsku havnunum í byrjanini av 2009, sigur stjórin.

Kurt Madsen heldur, at samlaða talið av fiskakassum av hesum slagi helst verður millum 150.000 og 200.000, um tað skal verða nóg mikið til donsku fiskimenninar.

Tað er heimasíðan hjá Dansk Fiskeritidende, sum ber hesi tíðindi.