Hernaðarleiðarin hjá houthiarunum dripin

- Hann varð dripin, "meðan hann luttók í jihadistaarbeiði og gjørdi sínar trúføstu skyldur", sum sagt verður

Tíðindastovurnar, AFP og AP, vita í dag at siga, at ovasti hernaðarleiðarin hjá houti'arunum í Jemen er dripin.

 

Sjónvarpsrásin hjá hernaðarliga bólkinum, Al-Masirah, upplýsir, at Mohammed al-Ghamari er vorðin ein martýrur.

 

- Hann varð dripin, "meðan hann luttók í jihadistaarbeiði og gjørdi sínar trúføstu skyldur", sum sagt verður.

 

Al-Masirah vísir til herin í Jemen sum keldu til tíðindini.

 

Lagt verður aftrat, at boðini um deyða herovastans koma eftir fleiri ísraelsk álop móti leiðsluni hjá houti'arunum.