Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, um um ICES-tilmælið um makrel, norðhavssild og svartkjaft fyri 2026.
Jacob Vestergaard spurdi soleiðis:
1. Nær varð Fiskimálaráðið kunnað um ásetingarnar í komandi ICES-tilmælinum um makrel, norðhavssild og svartkjaft fyri 2026?
2. Kunnaði landsstýrismaðurin landsstýrið – Fíggjarmálaráðið – um tilmælið?
Í svarinum vísir Jóhan Christiansen á, at tilmælið hjá ICES um makrel, norðhavssild og svartkjaft fyri 2026 varð almannakunngjørt 30. september 2025.
– Hendan dagin sendi Havstovan Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum tilmælið hjá ICES og eina stutta kunning, sum greiddi frá tilmælinum.
– ICES hevur eina mannagongd, sum sigur, at tá ábendingar eru um ógvusligan niðurskurð, skulu londini, sum hava biðið um tilmæli, fáa eina ávaring, áðrenn tilmælið verður alment. 19. september fekk Ráðið eitt skriv frá ICES, sum yvirskipað greiddi frá støðuni við makreli og svartkjafti, og at stórur niðurskurður kundi væntast í tilmælinum fyri báðar stovnarnar, sigur Jóhan Christiansen.
Hann greðir víðari frá, at tilmælið verður viðgjørt í trimum ymiskum arbeiðsbólkum í ICES.
– Broytingar kunnu henda í tilmælunum ígjøgnum øll trý stigini. Tískil eru stovnsmetingarúrslitini og arbeiðið við at orða tilmælið fevnd av tagnarskyldu, til tilmælið hjá ICES er alment, sigur hann.
– Mannagongdin fyri stovnsmetingarnar og tilmæli fyri makrel, norðhavssild og svartkjafti hevur verið tann sama í mong ár, og er hendan:
Stovnsmetingarnar fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft verða gjørdar um mánaðarskiftið august-september. Tá ICES-arbeiðsbólkafundurin byrjar, verður gjørt greitt, at úrslitini eru í trúnaði, til ICES hevur almannakunngjørt tilmælini.
Umleið eina viku eftir hittist Advice-drafting-group (ADG), sum skrivar endaliga tilmælið.
Síðan góðkennir ACOM (Advisory Committee) tilmælini uml. eina viku eftir ADG.
ICES almannakunnger tilmælið 30. september ella tann gerandisdagin, sum er tættast við hesa dagfesting.
Til seinna spurningin sigur Jóhan Christiansen, at Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið kunnaði Fíggjarmálaráðið um tilmælið fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft sama dag, sum ICES almannakunngjørdi tilmælini t.v.s. 30. september 2025.
– Strandarlondini skulu nú taka støðu til ráðgevingina hjá ICES, og hvør mest loyvda veiðan skal vera í 2026. Tá henda avgerð er tikin, hevur Fíggjarmálaráðið neyvari upplýsingar til at gera eina nýggja inntøkumeting til fíggjarlógina fyri 2026, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.