Sambært amerikanska miðlinum Axios fara forsetarnir í USA og Russlandi at tosa saman í telefon í dag, og teir fara at tosa um kríggið í Ukraina.
Í morgin, fríggjadagin, fer Donald Trump at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum kemur á vitjan í Hvítu Húsunum.
Væntandi er, at Zelenskyj fer at endurtaka ynskið hjá Ukraina um at fáa langtberandi amerikanskar tomahawk-rakettir.
Hetta eru rakettir, sum eru neyvar og sum kunnu røkka einar 2500 kilometrar - og soleiðis eisini russiska høvuðsstaðnum, Moskva.
##med2##
Tað hevur leingi ljóðað, at evropeisk lond vilja keypa Ukraina amerikanskar tomahawk-rakettir, um USA vil loyva Ukraina at brúka hesar.
Herfyri segði amerikanski forsetin, at hann fyrst vildi hava at vita, hvussu Ukraina ætlar at brúka rakettirnar, áðrenn endalig avgerð verður tikin.
Sambært útlendskum miðlum, fer Donald Trump at tosa við Vladimir Putin í dag, áðrenn hann fær vitjan av ukrainska forsetanum í morgin.