Leiðarin hjá Wagner-leiguhermonnunum, Jevgenij Prigozjin, sum herfyri hótti við at taka sínar herdeildir úr ukrainska býnum, Bakhmut, sigur á Telegram í dag, at honum nú er lovað meira lóður og fleiri vápn til bardagan um býin.
Bardagar hava verið í Bakhmut har eysturi í Ukraina í fleiri mánaðir, men enn hevur ikki eydnast russisku deildunum og Wagner-herdeildunum at fáa fult ræði á býnum. Framvegis stríðast ukrainskar deildir í pørtum av Bakhmut.
Jevgenij Prigozjin hevur lagt russiska verjumálaráðið undir at halda aftur við lóðuri og vápnum, og hetta fekk Wagner-leiðaran um dagarnar at hótta við at taka sínar herdeildir úr býnum hin 10. mai.
Hann segði, at uttan lóður og nóg mikið av vápnum er hetta hin vísi deyði hjá hansara herliðum. Men, nú er so líkt til, at pípan hevur fingið annað ljóð, tó at stórt mannfall - hjá báðum pørtum - hevur verið um býin seinastu mánaðirnar.
Nú sigur Wagner-leiðarin, at russiska verjumálaráðið hevur lovað honum ovastan fyri russisku deildirnar í Ukraina, generalin, Sergej Surovikin, at hann í samstarvi við Wagner-herliðini skal taka avgerðir um krígsførsluna í Bakhmut.
Hesi tíðindi eru tó ikki alment váttað. Tað var annars í endanum av seinasta ári, at Sergej Surovikin gjørdist ovasti leiðari fyri russisku deildirnar í Ukaina.
Wagner-herdeildirnar hava í fleiri mánaðir staðið á odda fyri bardøgunum í Bakhmut - uttan, at tað enn hevur eydnast teimum at taka fult ræði yvir býnum, og Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, hevur fýlst á, at herdeildirnar ikki fáa nóg mikið av lóðuri og vápnum.
Hildið hevur verið, at støðan í Bakhmut vísir innanhýsis stríð millum Wagner-herdeildirnar og russiska verjumálaráðið, og leiguhermenninir eru eisini skuldsettir fyri álvarslig brot á mannarættindini - við bæði píning og avrættan av krígsfangum.