Sigfríður misti aftur á stokkinum

HB venjarin ásannar, at tað var ikki fyrrenn fyrstu løtuna eftir steðgin, at tað var ferð á spælinum

Tá ið klokkan fór um 90 minuttir, vísti máltalvan í Gundadali 1-1. EB/Streymur við fleiri eykamonnum og fleiri heilt ungum monnum á liðnum hevði kós ímóti søtum stigi ímóti stórfavorittunum í HB.

 

So var tað í 93. minutti, at tað loksins eydnaðist HB at skora 2-1 sigursmálið. Innskifti Bartal Páll Klein átti innleggið úr høgru, og dygst við handara stólpa var tað Emil G. Pedersen, sum stýrdi bóltin í málið, og í HB fegnaðust teir um tey trý stigini, og venjarin eigur framvegis merkisverda avrikið, at hann ikki enn hevur tapt í heimligu kappingini:

 

-Vit spældu ov seint undan steðginum, og tí gekk tað illa at vinna okkum til málmøguleikar. Vit royndu at rætta upp á tingini í steðginum, og serliga fyrstu løtuna eftir steðgin riggaði tað heilt væl. Vit spældu skjótt, vit skoraðu eitt mál, og vit høvdu møguleikar at skora fleiri mál og harvið at punktera dystin, men tíverri eydnaðist tað ikki. Tí var tað stórur lætti, tá ið tað í síðstu sekundunum eydnaðist at fáa sigursmálið, tá ið spælararnir hildu fram við at spæla og trýsta, sigur HB venjarin André Olsen í samrøðu við Hera Á. Simonsen í FM1 útvarpinum.

 

Sammy Skytte stútaði beinanvegin eftir steðgin til 1-0. Uppleggið átti vongverjin í vinstru Lassana Faye.

 

HB hevði støðugt greiða yvirvág, men tá ið tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku, so var tað støðugt spenningur í, og miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist tað EB/Streymi at javna. Kristian Svabo Eliasen legði innfyri úr vinstru, og mitt fyri málinum heilfluktaði Jógvan Elmarsson Ósá bóltin í málið. Jógvan flutti í summarsteðginum úr júst HB og til EB/Streym, og málið í dag var tað fyrsta yvirhøvur í bestu deildini hjá Jógvani, sum sambært FaroeSoccer er skrásettur fyri at hava spælt 12 dystir í bestu deildini.

 

-Vit harmast sjálvandi um, at HB í síðstu sekundunum skoraði sigursmálið. Vit mistu eitt stig, og tað hava vit áður gjørt í síðstu sekundunum bæði ímóti HB og KÍ. Nú mugu vit venja at verða betri at verja sovornar støður, men vit kunnu ikki annað enn vera nøgdir við avrikið, tá ið hugsað verður um fyritreytirnar. Fýra av føstu monnunum vóru ikki tøkir, tí teir eru skaddir ella leikbannaðir, og í summarsteðginum fóru tveir aðrir úr felagnum. Tað vóru fleiri blaðungir menn á liðnum, og teir stóðu seg væl. Eitt nú 16 ára gamli Magnus Pauli Thomsen, sum fyri fyrstu ferð var á besta liðnum, har hann stóð seg væl á vongverjanum í høgru, sigur Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi.

 

 

 

HB – EB/Streymur 2-1 (0-0)

 

1-0: Sammy Skytte

 

1-1: Jógvan E. Ósá

 

2-1: Emil G. Pedersen

 

Dómari: Áki Leitisstein Hansen

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ási P. Dam, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Lassana Faye – Heini Sørensen, Sammy Skytte Noah Mnenéy, Dan í Soylu  – Jákup L. Thomsen, Emil G. Pedersen

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Magnus Pauli Thomsen, Meinhard D. Geyti, Mikkjal Hellisá, Tóki H. Johannesen – Ábraham Klein Joensen, Mórits Heini Mortensen, Thomas Bjørn Miezan, Gutti Dahl-Olsen, Kristian Svabo Eliasen – Búi Egilsson