Í Útvarpið Føroya mánakvøldið 13. juli vóru borin margháttlig tíðindi um nýggja sáttmálan og høvuðsavtaluna, sum Føroya Lærarafelag júst hevur gjørt fyri sáttmálasettu lærararnar (t.e. teir lærarar, sum áður vórðu nevndir »vikarar« og »tímalærarar«).
Tað margháttliga í hesum tíðindaflutningi á hásumri í Útvarpi Føroya var, at formaður Føroya Arbeiðarafelgs, Ingeborg Vinther, verður spurd um hesa nýggju høvuðsavtalu.
Útvarpsmaðurin, sum sjálvur hevði fingið høvuðsavtaluna og øll onnur skjøl útflýggjað, ómakaði sær ikki at lata Ingeborg fáa innlit í avtaluna. Tí var tað fjølmilaetiskt av allari leið, at útvarpsmaðurin læt Ingeborg koma so mikið til orðanna um eina avtalu, hon ikki er partur í og ikki hevur fingið innlit í.
Føroya Lærarafelag kennir ikki ti lnakra avtalu við Ingeborg Vinther, ella annan part á arbeiðsmarknaðinum, um ikki at gera høvuðsavtalu ella aðra avtalu undir hennara eftirliti og dómsvaldi. Tískil er tað at fara dekan ov vítt, tá ið Ingeborg sigur, at Lærarafelagið hevur stungið hana í ryggin, soleiðis sum hon framførdi í Útvarpi Føroya hin 13. juli. Hesin tóni og hetta orðalag, sum útvarpsmaðurin greitt legði upp til, tænir føroyska arbeiðsmarknaðinum til lítlan sóma.
Fyri at greiða hesa fløkju, sum útvarpsmaðurin á hásumri hevur íspunnið, fer Lærarafelagið á fund í dag, týsdag hin 14. juli, at hitta øll tey stóru feløgini á arbeiðsmarknaðinum. Til umrøðu verða høvuðsavtalur yvirhøvur, og tað serliga tann høvuðsavtalan, sum Føroya Lærarafelag júst hevur undirskrivað vegna nýggja, sáttmálasetta læraran.
Henda avtala Føroya Lærarafelags er hin einasta, sum í skrift staðfestir møguleikan fyri einum víðkaðum gerðarrætti, soleiðis sum føroyski arbeiðsmarknaðurin í sátt og semju arbeiðir við.
Framman undan hava fimm feløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum gjørt høvuðsavtalu við setanarmyndugleikan. Eins og avtala Lærarafelagsins eru allar hesar høvuðsavtalur gjørdar í semju og ikki eftir lóg.
v/ Føroya Lærarafelag
Andras L. Samuelsen,
formaður