Sorgardagur á Skálafjørðinum

Í gjár fingu 30 starvsfólk á Skipasmiðjuni á Skála at vita, at tey ikki longur hava eitt arbeiði. Grundarlag er ikki longur fyri virksemi á Skála Skipasmiðju, sum tí letur aftur. Hetta kemur illa við hjá kommununi, staðfestir borgarstjórin Tað vóru eini brádlig og keðilig tíðindi, Portalurin bar borgarstjóranum í Runavíkar Kommunu, Magnus Rasmussen, í morgun, tá tað var greitt at skipasmiðjan á Skála letur aftur.

- Hetta kemur óvart á meg. Skattainntøkurnar hava verið minkandi, og hetta kemur illa við, staðfestir Magnus Rasmussen, borgarstjóri.

Á skipasmiðjuni á Skála hevur nógv arbeiði verið til tíðir og minni til tíðir, men borgarstjórin er ikki í iva um, at virksemið har hevur havt stóra ávirkan á allan Skálafjørðin.

- Taka vit inntøkurnar fyri teir fyrstu fimm mánaðirnar og rokna fram, so koma 7 milliónir at mangla í, eftir verandi fíggjarlóg. Vit hava verið inni og hugt eftir hesum, og royna sum frægast at spara. Men hetta bøtir ikki um støðuna, staðfestir borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Magnus Rasmussen.

- Vit fingu at vita, at einki var at gera, og at skipasmiðjan mátti lata aftur. Tað segði Jóhannus Berthelsen, formaður í Skála Handverkarafelag, við Dimmalætting í morgun.

20. januar í ár var ein onnur sparirunda hjá MEST á Skála, tá 10 fólk vóru uppsøgd, og tvey verkfrøðingastørv ikki vórðu sett aftur. Hetta kom eftir at virksemið var minkað, eftir at seinasti nýbygningurin varð latin eigarunum í fjør. Talan var um nýggja Thor Omega.

Tá segði Eyðfinn Egholm, stjóri á MEST, at eingin nýggj verkætlan við nýbygningum var í umbúna, og at tey tí fóru at royna at styrkja kjarnuvirksemið, sum er umvælingar og viðlíkahald av skipum.

Eyðfinn Egholm, stjóri á MEST, er eftir øllum at døma uttanlands í løtuni, og er tískil ikki at hitta. Heldur ikki Mouritz Mohr, ið er rakstrarleiðari á Skipasmiðjuni á Skála, er at hitta nú.