Avgerðin hjá donsku stjórnini og Fólkatinginum um at víðka og leingja búskaparligu hjálparpakkarnar eru góð tíðindi hjá danska vinnulívinum.
Tað er í øllum førum metintin hjá Dansk Erhverv og Dansk Industri, DI.
– Við avtaluni verða fleiri virkið hjálpt ígjøgnum kreppuna, og tey verða hjálpt betur. So tað er ein góð avtala, sigur Brian Mikkelsen, aðalstjóri í Dansk Erhverv.
– Vit hava nú eina søguliga avbjóðing fyri vinnulívið, og nógv vinnuvirki fara kortini á húsagang. Men hetta fer at hjálpa virkjum og merkja færri húsagangir og færri uppsagnir.
Skipanin um um lønarendurgjald verður longd við avtaluni fram til 8. juli.
Báðir vinnufelagsskapirnir fegnast millum annað um, at eisini umstøðurnar hjá sjálvstøðugum, fríyrkisfólki og íverksetarum verður bøtt.
Lars Sandahl Sørensen, aðalstjóri í DI, sigur um tíðindaskrivið, at tað er altavgerandi.
– Við avtaluni í dag hava politikararnir veruliga lurtað eftir tørvinum fyri at justera hjálparpakkarnar, so teir í nógv størri mun hjálpa okkara donsku virkjum og íverksetarum, sigur hann.
– Sera nógv virki, sum Danmark skal liva av í framtíðini, fáa nú av álvara eina hjálpandi hond.
Í nýggju avtaluni stendur, at virki, sum fáa meira enn 60 milliónir krónur í endurgjaldi fyri fastar útreiðslur í ár, ikki kunnu gjalda vinningsbýti roknskaparárini 2020 og 2021.
Og tað er eitt rímuligt krav, heldur Brian Mikkelsen.
– Vanliga er tað ein óskikkur, at nakar blandar seg uppí, hvussu eitt virkið verður rikið. Men nú vit standa í eini heilt serligari støðu, og vit hava valt at hálpa virkum við stórum upphæddum, so halda vit, at tað er í ordan, sigur hann.
Hann leggur afturat, at hann tó ivast í, um nakað virki hevði útgoldi vinningsbýti líka mikið, tí koronakreppan rakar so hart.
/ritzau/