Herfyri fór amerikanska oljufelagið Chevron undir royndarframleiðslu (testing) í einum avmarkingarbrunni á Rosebankleiðini skamt frá føroyska markinum í bretskum øki. Longu í næsta mánað fer sama felag saman við Statoil, Dong og OMV undir rættiliga umfatandi seismiskar kanningar føroysku megin markið í loyvi, sum feløgini fingu tilluttað í 2. útbjóðing. Hetta leitiðloyvið liggur uppat loyvinum í bretskum øki, har Chevron hevur gjørt eitt stórt oljufund.
Seismisku kanningarnar verða gjørdar sum ein fyrireiking til møguliga boring í 2008 ella 2009. Tað er norska felagið Wavefield Inseis, sum hevur fingið hesa uppgávuna, og fer eitt av skipum tess, Malene Østervold undir 2D seismisku kanningarnar í august.
Chevron stóð annars fyri nøkrum árum síðani (sí kort) fyri eini stórari seismiskari verkætlan á stórum parti av Atlantsmótinum, har seismikkur varð skotin í trimum ymiskum støðum, teirra millum á tí økinum við markið, har Chervron nú aftur fer undir at gera nýggjar kanningar.
Tað er eingin ivi um, at hesar kanningar hava samband við oljufundið, sum felagið hevur gjørt á bretskum øki stutt frá markinum. Tað hevur verið gitt, at oljukeldan kann vera báðumegin markið og ella at somu jarðfrøðilig viðurskifti eru bæði á tí bretska og tí føroyska landgrunninum.
Sum skilst fer Chevron í næstum at koma við einum tíðindaskrivi um royndarframleiðsluna á Rosebank. Er tað positivt, hvat tað eftir øllum at døma fer at vera, og fara komandi seismisku kanningarnar á føroyskum øki at sannføra felagið um, at tað í føroyska loyvinum eru møguleikar at gera líknandi fund sum Rosebank, so eru hetta sera góð tíðindi fyri føroyskar oljumyndugleikar, ið síggja fram til, at meira virksemi verður á landgrunninum.
Rosebank kann eftir øllum at døma gerast lykilin til møguliga olju í føroysku undirgrundini eisini.