Gongdin hjá oddaliðnum EB/Streymi hevur ikki verið góð seinastu vikurnar. Í dag tapti EB/Streymur fyri triðju ferð á rað.
At B36 vann í Gundadali eru sjálvandi serliga góð tíðindi at frætta hjá NSÍ, sum í dag ferðast til Georgia.
NSÍ ferðalagið verður í Georgia seint í kvøld. Seinastu dagarnir hava verið góðir hjá meistarunum. Hóskvøldið vunnu teir 1-0 ímóti HB. Tann sigurin er í dag vorðin eyka kærkomin, nú EB/Streymur, sum NSÍ og hinir leingi næstan ikki hava hómað, aftur tapti.
Víkingur og B36 eru við heimasigrum í dag bara eitt stig frá bronsuplássinum, sum HB er á.
Við heimasigri á KÍ í gjár hevur ÍF flutt seg frá vandamikla sonuni. Skála er aftast, og B71 og B68 eru næstaftast. Eftir at KÍ tapti í Fuglafirði í gjár kann ikki annað sigast, enn at klaksvíkingar eisini eru í vanda fyri at flyta niður.
Nú er kappingin farin í summarfrí. Næsta umfarið verður 6. august.
15. umfar
Hóskvøldið
NSÍ-HB 1-0 (0-0)
1-0: Jóhan Troest Davidsen
Leygardagin
B68-B71 0-3 (0-0)
0-1: Wellington Soares
0-2: Høgni Midjord
0-3: Wellilngton Soares
ÍF-KÍ 1-0 (1-0)
1-0: Debes Danielsen
B36-EB/Streymur 2-1 (2-0)
1-0: Hanus Thorleifsson
2-0: Hanus Thorleifsson
2-1: sjálvmál
Víkingur-Skála 2-1 (1-0)
1-0: Zoltán Bukzegi
2-0: Andreas Lava Olsen
2-1: Arnhold Berg
Støðan eftir 15 umfør
EB/Streymur 32
NSÍ 27
HB 25
Víkingur og B36 24
ÍF 20
KÍ 17
B71 og B68 14
Skála 11
16. umfar 6. august
EB/Streymur-NSÍ
HB-Víkingur
Skála-ÍF
KÍ-B68
B71-B36