ODDAGREIN: Stuðul ella heftur tíðindaflutningur

Fríggjakvøldið setti Dagur & Vika sjóneykuna á bløðini og festivalar. Ivi varð sáddur um, hvørt fólk fáa óheft tíðindi, tá bløðini samstarva við festivalar. Eisini staðfesti ein viðmerkjari, at her er talan um eina gongd, har fjølmiðlar kasta saman við vinnuligum áhugamálum til tess at fáa endarnar at røkka saman.

Tað er avgjørt áhugavert at reisa spurningin, um tíðindi verða óheft, tá fjølmiðlar og vinnulív í ov stóran mun ganga hond í hond, men samanberingar skulu valdast.

Tað eru eftirhondini fleiri á síðani, at vit her á blaðnum tóku ta tilvitaðu støðu, at vit vilja gera meira burtur úr tónleikinum  hesi mentanargrein, sum var rættuliga fórfjónað í okkara samfelag, og sum als ikki hevur fingið ta sømd, hon hevur uppiborið.

Og væl er komið burtur úr hesi árini. Stór tiltøk sum Prix Føroyar og allir festivalarnir eru vorðin føst og afturvendandi tiltøk. Víðagitin útlendsk nøvn koma hendanvegin, og okkara egnu fólk smæðast ikki burtur í øðrum londum, har tey eisini eru frammaliga og onkuntíð vinna tónleikakappingar.

Men at taka samstarvið millum bløðini og festivalarnar sum dømi um, at fjølmiðlar ganga hond í hond við vinnulig áhugamál, tað er at skjóta spurvar við kanónum. Og tá sagt verður, at Sosialurin er sponsor hjá einum festivali, so kunnu vit líka minna á, at vit eru sponsorar hjá ikki færri enn á fýra ymiskum festivalnum:

Asfalt, sum var í Tórsgøtu í Havn  har Miðlahúsið eisini hýsti fleiri konsertum, Jóansøkufestivalinum, Summar Festivalinum og Fjarðafestivalinum  ein gospelfestivalur í Kelduni í Skálafirði seinanst í august.

Tað sum umræður hjá okkum í slíkum førum er at vera har, sum nakað hendir. Tað er ikki ein spurningur, um vit fáa so og so nógvar pengar burtur úr hesum ella hasum festivalinum, men meira tað at vit fáa markerað okkum sum miðil  samstundis sum vit seta fokus á tónleikin.

Vit vilja skriva um tónleik í breiðastu merking. Vit vilja fegin dekka hetta øki breitt, bæði harðan rokk og gospel. Vil vilja eisini dekka øll tónleikatiltøk og allar festivalar væl og virðiliga, um vit eru sponsorar ella ikki.