bretum er hin sama sum hjá fólki í nógvum londum í vesturheiminum. Eisini í Føroyum fara fólk á fundi leygardagin at gera vart við teirra misnøgd. Hesin fundurin verður hildin í Havn. [...] amerikanski forsetin, ið gongur á odda í stríðnum móti Irak, og hann er fremsti fortalarin fyri hernaðarligum álopi. George Bush fær stuðul frá nógvum stjórnarleiðarum í Evropa. Ein teirra er bretski fors [...] UTTANLANDS London:Størsta ivamálið í heiminum hesa seinastu tíðina hevur verið, hvørt USA og tess sameindu fara at gera álvara av hóttanunum at leypa á Irak, og byrja eitt kríggj við Sadam Hussein og hansara
Føroya Bridge Samband hevur í tíðindaskrivi víst á, at ítróttagreinin ikki fær neyðugu sømdirnar frá myndugleikunum, og at mismunur verður gjørdur á ymsu ítróttagreinunum í Føroyum. Sambært Føroya Bridge Sambandi [...] ikki nøktandi, um ítróttagreinin skal mennast og áhaldandi umboða Føroyar í altjóða høpi. Føroya Bridge Samband sendi aftur umsókn í 2001 við fyrispurningi um fasta upphædd á fíggjarlógini, men einki svar [...] Sambandi er tað sligið fast við 10 tumma seymi, at bridge er ein ítróttagrein. Fyrrverandi formaðurin í IOC (olympisku komiteini), Samaranch, hevur skrivað undir hesa viðtøku. Hóast tað er bridge útihýst
hálvi japanarin, Olav Enomoto, kann nú sum ikki so mangur annar í Føroyum kalla seg fyri forseta. ?Eg veit ikki, hvussu nógv eg skal leggja í heitið, men eg meti hetta sum ein greiðan álitissess, har eg fái [...] felagið fyri ung sambandsáhuga. Á aðalfundi fyrr í mánaðinum valdi felagsskapurin nýggjan forseta og aðalskrivara. Hesir gjørdust báðir úr Ungmannafelagnum í tí, at Olav Enomoto gjørdist forseti og Michael [...] skal hinvegin taka sær av dagliga rakstrinum av felagnum. Hini norðanlondinum eiga øll umboð í stjórnini í N.L.R.U.
royggj og L. piscatorius klárt royggj. Fiskirannsóknarstovan er í gongd við at kanna almennu lívfrøðina hjá havtasku undir Føroyum, og í kanningini er alneyðugt at vita, um fiskiskapurin bert er eftir [...] Sunnanfyri, t.e. í Norðsjónum, vestan fyri Bretsku oyggjarnar og í Biskaya víkini, er hon tó vanlig og verður har fiskað saman við vanliga slagnum vit kenna (Lophius piscatorius). Sløgini líkjast heilt [...] biðin um at boða okkum frá, um tey fáa havtasku við svørtum royggi, og í fall eisini hvussu nógvar. Vitan um longd (longstu longd í cm) og staðfesting av, hvar havtaskan var fiskað (longd og breidd), er
føroyskan sáttmála. - Vit arbeiða eftir donskum sáttmála, men samsýningarnar í Danmark fyri slíkt arbeiði eru væl hægri enn í Føroyum, sigur Fritleif Henriksen, sum kortini ikki vil siga, hvussu samsýningar [...] avgreitt og fyri at gera vart við okkum, tí samsýningarnar eru ikki dagførdar í longri tíð, sigur Fritleif Henriksen, formaður í Lærarafelag Handilsskúlans. Fyri próvdøming av uppgávum er tað Mentamálastýrið [...] felagið gevur seg. - Samband er millum partarnar, og eg vænti, at hetta verður loyst í øllum góðum. Prógvini skulu skrivast í summar, so enn er góð tíð, hóast næmingarnir ótolnast eftir karakterunum, sigur
lagið Gartner Group hevur kannað søluna av servarum í USA og vísur á, at IBM hevur økt sín marknaðarpart frá 21,5 procent í 2000 til 29,3 procent í 2001, fyri Unix- og Intelgrundaðir servarar undir einum [...] IBM sum økti søluna av servarum. Hetta kemur fram í eini kanning sum Gartner Group hevur gjørt. Kappingin um marknaðarlut gerst støðugt harðari - og í løtuni vinnur IBM sær størri marknaðarlut enn aðrir [...] og síðani HP við 16,6 prosentum og Compaq við 5,1 prosentum av marknaðinum. IBM servarir verða í Føroyum umboðaðir av Kervi spf.
Av misgávum, so eru orð dottin burtur í millum í seinasta partinum av viðmerking hjá Atla Dam, fyrrverandi løgmanni í fríggjadagsblaðnum. Vit endurprentað her seinasta brotið: Hvussu fáa vit ábyrgdarfullar [...] tí er tað ósakligt at billa fólki inn, at loysing tryggjar Før-oyum ábyrdgarfullar politikarar. Men tað er helst eisini ósakligt at nýta lond í Afriku til samanberingar, hóast Hvítabók ger tað. Tað vit [...] politikarar, eitt nú Høgna Hoydal, sum eru til reiðar at klúgva føroysku tjóðina úr skalla í hæl við bert 1 atkvøðu í meiriluta. Tað er ikki ábyrgdarfult, men Høgnakratiskt. Hetta málið skal loysast av 3/4
útspælið frá landsstýrinum. Eg vil ikki leggja meg út í orðaskiftið í Føroyum, og landsstýrið og løgtingið mugu nú sleppa at arbeiða við sínari ætlan í friði og náðum, segði forsætisráðharrin. [...] at hann skilir støðuna soleiðis, at landsstýrið nú arbeiðir við einari nýggjari loysn, sum í fyrsta umfari í øllum førum liggur innanfyri ríkisfelagsskapin. -Eg bíði nú eftir einum nýggjum útspælið frá [...] skjótast gjørligt niður til danska forsætisráðharran. Ein góðan tíma seinni møtti Poul Nyrup Rasmussen upp í fundarhølinum hjá 21-mannanevndini hjá Fólkatinginum, har hann millum annað kundi greiða nevndini frá
dómsvaldið hjá einum landi skal virka í einum øðrum landi. Hann heldur eisini, at tað illa ber til hjá myndugleikum í Danmark at hava beinleiðis uppgávur at røkja í Føroyum. Jan Petersen roknar ikki við, at [...] visti Útvarpið at siga í tíðindasendingini kl. 18.30. Útvarpið sigur seg hava fingið upplýsingarnar frá fólki, sum hava verið á samráðingarfundinum í dag. Landsstýrið vildi á fundinum í dag hava greið boð [...] at viðgerðin av sáttmálauppskotinum hjá landsstýrinum verður liðug í juni mánaði, soleiðis sum landsstýrið annars hevur lagt dent á. Sambært Útvarpinum er samráðingarandin hesaferð munandi betur, enn hann
at vera ferða fólk í skandinavisku londunum, sigur Birgir Sondum. Í dag verða teir báðir aftur í Føroyum eftir minniliga hondbóltsferð. Meira kann lesast í samrøðu við Birgir Sondum í Dimmalætting. [...] av føroyska Jóhan á Plógv, sum er uppvaksin í Kyndli, so »var hetta heldur ikki forakta«. Soleiðis skrivaði Birgir Sondum úr Havn á Facebook. Hann hevur verið í Póllandi saman við vinmonnum og hugt eftir