Bretar vilja ikki hava kríggj

Í Bretlandi vil fólkið eitt og politiski myndugleikin eitt annað í stríðsspurninginum við Irak

UTTANLANDS

London:Størsta ivamálið í heiminum hesa seinastu tíðina hevur verið, hvørt USA og tess sameindu fara at gera álvara av hóttanunum at leypa á Irak, og byrja eitt kríggj við Sadam Hussein og hansara her.
Tað er amerikanski forsetin, ið gongur á odda í stríðnum móti Irak, og hann er fremsti fortalarin fyri hernaðarligum álopi.
George Bush fær stuðul frá nógvum stjórnarleiðarum í Evropa. Ein teirra er bretski forsætisráðharrin, Tony Blair.
Bush og Blair skulu á fund saman um stutta tíð, og tann fundurin verður sagdur at vera sera týðandi fyri, hvør endalig støða verður tikin.
Higartil hevur stuðulin frá Blair til Bush ikki verið at tikið feil av. Munur er tó á Blair og fólkinum.
Seinastu kanningarnar vísa, at stórt fleirital av bretum eru ímóti hernaðarligum álopum á Irak.
Blaðið Daily Mirror, sum sjálvt er hart ímóti hernaðarligu ætlanunum hjá Bush, sigur at teirra kanningar vísa, at millum 75 og 80 prosent av bretum eru ímóti hernaðarligum álopum.
Eisini aðrar kanningar hava víst, at bretar ikki ynskja kríggj.
Støðan hjá meirilutanum av bretum er hin sama sum hjá fólki í nógvum londum í vesturheiminum.
Eisini í Føroyum fara fólk á fundi leygardagin at gera vart við teirra misnøgd. Hesin fundurin verður hildin í Havn.