Árið í fjør gjørdist hart fyri telduframleiðarar. Á amerikanska marknaðinum lækkaði samlaða sølan við einum fimtingi til 4,3 milliardir dollarar, og tað rakti serliga teir sum framleiða servarar. Á amerikanska marknaðinum varð tað bert IBM sum økti søluna av servarum. Hetta kemur fram í eini kanning sum Gartner Group hevur gjørt.
Kappingin um marknaðarlut gerst støðugt harðari - og í løtuni vinnur IBM sær størri marknaðarlut enn aðrir. Greiningarfelagið Gartner Group hevur kannað søluna av servarum í USA og vísur á, at IBM hevur økt sín marknaðarpart frá 21,5 procent í 2000 til 29,3 procent í 2001, fyri Unix- og Intelgrundaðir servarar undir einum. Hjá Sun lækkaði parturin av tí samlaðu servarasøluni frá 22 til 21,4 procent, meðan Compaq hevði eina lækking frá 16,5 til 14,5 procent á amerikanska marknaðinum.
Av partinum av seldum Unix-grundaðum servarum økti IBM sín marknaðarpart við 3,1 procentum til 20,9 procent, meðan parturin av Intel-servara marknaðinum er hækkaður frá 1,6 procent til 12,4 procent. Á
Unix-marknaðinum helt Sun fast um sína førarastøðu við 46,4 procentum av samlaðu søluni. Aftaná Sun kom IBM og síðani HP við 16,6 prosentum og Compaq við 5,1 prosentum av marknaðinum.
IBM servarir verða í Føroyum umboðaðir av Kervi spf.