Tey høvdu skund á skrivstovuni hjá Ríkisumboðnum á middegi. Útvarpið hevði júst borið tíðindini frá løgmanni um, at landsstýrið hevur slept fullveldisætlanini, og hesi tíðindini skuldu skjótast gjørligt niður til danska forsætisráðharran.
Ein góðan tíma seinni møtti Poul Nyrup Rasmussen upp í fundarhølinum hjá 21-mannanevndini hjá Fólkatinginum, har hann millum annað kundi greiða nevndini frá tíðindunum, sum Útvarpið júst hevði borið umframt samráðingunum hósdagin.
Eftir fundin segði forsætisráðharrin, at hann hevur tikið orðini hjá løgmanni til eftirtektar, og at hann skilir støðuna soleiðis, at landsstýrið nú arbeiðir við einari nýggjari loysn, sum í fyrsta umfari í øllum førum liggur innanfyri ríkisfelagsskapin.
-Eg bíði nú eftir einum nýggjum útspælið frá landsstýrinum. Og vit eru til reiðar at samráðast um tað útspælið, eins og vit higartil hava samráðst um fullveldismálið, segði hann.
- Vit hava sagt alla tíðina, at vit helst vilja hava Føroyar í ríkisfelagsskapinum, men hinvegin hava vit eisini sagt, at hetta er ein spurningur, sum føroyska fólkið avger.
- Eg haldi, hetta málið hevur so stóran týdning, at vit mugu bíða eftir einum nýggjum útspælið frá landsstýrinum. Eg vil ikki leggja meg út í orðaskiftið í Føroyum, og landsstýrið og løgtingið mugu nú sleppa at arbeiða við sínari ætlan í friði og náðum, segði forsætisráðharrin.