Olav forseti

Norðurlendski felagsskapurin fyri liberalar ungdómsfylkingar, N.L.R.U., valdi fyrr í mánaðinum Olav Enomoto úr Ungmannafelagnum Samband til forseta. Samstundis varð Michael Jensen eisini valdur til aðalskrivara

Politikkur

Felagsskapurin N.L.R.U. hevur fingið nýggjan forseta. Olav Enomoto úr Vestmanna kann nú kalla seg forseta fyri felagsskapin. Styttingin N.L.R.U. stendur fyri Nordisk liberal og radikal ungdom. Felagsskapurin fær fíggjarligan stuðul frá Nordisk Ministerråd og er at meta sum ein sokallaður parably felagsskapur. Líknandi felagsskapar eru eisini fyri onnur politiskt ungmannafeløg, eitt nú fyri sosialistiskar ungdómsfelagsskapir.
Í felagsskapin rúmarst ungmannafeløg úr øllum norðanlondunum. Danska Venstre hevur tó, sum støðan er nú, ikki limaskap. Føroyski parturin av felagsskapinum er Ungmannafelag Samband, sum, óneyðugt at siga, er felagið fyri ung sambandsáhuga.
Á aðalfundi fyrr í mánaðinum valdi felagsskapurin nýggjan forseta og aðalskrivara. Hesir gjørdust báðir úr Ungmannafelagnum í tí, at Olav Enomoto gjørdist forseti og Michael Jensen gjørdist aðalskrivari.
28 ára gamli vestmenningurin og hálvi japanarin, Olav Enomoto, kann nú sum ikki so mangur annar í Føroyum kalla seg fyri forseta.
?Eg veit ikki, hvussu nógv eg skal leggja í heitið, men eg meti hetta sum ein greiðan álitissess, har eg fái møguleikan at samstarva við onnur norðanlond, sigur Olav Enomoto.
Uppgávan hjá forsetanum verður at standa á odda fyri felagsskapinum. Michael Jensen skal hinvegin taka sær av dagliga rakstrinum av felagnum.
Hini norðanlondinum eiga øll umboð í stjórnini í N.L.R.U.