Sunnanfyri, t.e. í Norðsjónum, vestan fyri Bretsku oyggjarnar og í Biskaya víkini, er hon tó vanlig og verður har fiskað saman við vanliga slagnum vit kenna (Lophius piscatorius). Sløgini líkjast heilt nógv og kennast best frá hvørjum øðrum við, at L. budgassa hevur svart royggj og L. piscatorius klárt royggj.
Fiskirannsóknarstovan er í gongd við at kanna almennu lívfrøðina hjá havtasku undir Føroyum, og í kanningini er alneyðugt at vita, um fiskiskapurin bert er eftir einum slag, ella um talan er um tvinni sløg.
Av tí, at sløgini eru so meinlík, er hugsandi, at menn ikki geva sær far um munin í litinum á roygginum. Um so er, kann ein partur av veiðuni hava verið L. budgassa, men skrásett sum vanlig havtaska, uttan at nakar hevur gáað um tað.
Fyri at fáa meiri vitan um hetta, verður við hesum heitt á fólk, sum dagliga fáast við havtasku, bæði á sjógvi og landi, um at hyggja at litinum á roygginum. Fólk verða biðin um at boða okkum frá, um tey fáa havtasku við svørtum royggi, og í fall eisini hvussu nógvar.
Vitan um longd (longstu longd í cm) og staðfesting av, hvar havtaskan var fiskað (longd og breidd), er eisini sera vælkomið.